Skip to main content

Fields: Góð ráð frá trivnaðarráðgevanum

04.07.2022

Vit vaksnu hava ábyrgdina, og her eru nøkur góð ráð um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum og ungum, nú skottilburður hevur verið í Fields í Keypmannahavn.

Børn og ung bæði ávirkast og reagera ymiskt, tá óvæntaðar skakandi hendingar koma fyri. Summi børn og ung verða lítið ávirkað og hava tað fínt, uttan at vit vaksnu skulu gera so nógv fyri at stuðla og hjálpa. Og í slíkum førum, er týdningarmikið at vit ikki trýsta tey at skula taka støðu til spurningar, ivamál ella kenslur um hendingina. Men vit vaksnu eiga at vera vakin og fylgja við, hvussu børnini og tey ungu hava tað, hvat tey tosa um sínámillum, og hvat tey hava sæð og hoyrt um hendingina, soleiðis at vit eru til reiðar at møta teimum við og stuðla teimum.

Frá royndum og gransking av øðrum skakandi hendingum, vita vit, at børn og ung kunnu hava reaktiónir, tankar og kenslur, sum vit vaksnu skulu hjálpa teimum við.

Hetta kunnu millum annað vera ótti, ræðsla og stúran. Svøvntrupulleikar, afturvendandi tankar um tað, sum fer fram, dapurleiki, gleðiloysi, erkvisni, viðkvæmi ella hjálparloysi.

 

Lurta og legg til merkis hvat barnið – ella tann ungi – hevur á hjartað

Lurta eftir hvat barnið ella tann ungi fortelur ella roynir at siga. Viðurkenn bæði kenslur og tankar. Vissa barnið ella tann unga um, at tað er heilt í lagi og vanligt at hava slíkar kenslur ella tankar. Lat barnið seta spurningar og gev tær tíð at lurta.

 

Ikki undirmeta hvat barnið ella tann ungi hoyrir og sær

Børn og ung fáa ofta nógv meira við, enn vit halda. Tí skulu vit vera til staðar, nærverandi og lurta eftir tí, sum barninum tørvar hjálp til. Vit skulu hjálpa teimum at skilja, hvat tað er sum hendir, hvar í heiminum, tað hendir og seta tað í perspektiv

 

Gev teimum nágreiniliga kunning, ikki ov nógv, ikki ov lítið - tillagað aldrinum hjá barninum

Vit skulu geva børnunum og teim ungu passandi kunning. Vit skulu fortelja sannleikan, uttan at fara í ov nógvar smálutir. At hetta er ein sera harmilig støða og at nógv vaksin gera nógv fyri at hjálpa teimum, sum eru rakt av skotilburðinum og teirra avvarðandi. Jú eldri børnini eru, jú meira kunning kunnu tey fáa. Men best er ofta at geva greiða stutta kunning fyrst og so annars vera til staðar og til reiðar at lurta og svara spurningum og ivamálum, sum ofta koma so líðandi.

 

Fylg við í, hvat barnið og tann ungi sær og hoyrir á sosialu miðlunum

Vit vita at nógv børn og ung síggja og hoyra tíðindir og filmsbrot um støðuna í Fields á sosialu miðlunum. Bæði rætta og falska kunning. Hetta kann bæði ørkymla og skapa óneyðugan ótta og stúran. Her mugu vit hjálpa teimum bæði at avmarka, hvat tey síggja og hoyra, og at skilja millum hvat er følsk og røtt kunning. Vit eiga at geva teimum møguleika at tosa um tað tey síggja, uttan at vit eru dømandi, og hjálpa teimum ikki at deila filsmbrot, sum eru óhugnalig. Vit kunnu vísa teimum á, at tað er gott at hava langar og nógvar steðgir frá sosialu miðlunum. Og at tey kunnu fáa kunning á annan hátt, antin við at spyrja tey vaksnu, ella síggja tíðindi, barnatíðindi og annað saman við vaksnum.

 

Tak tær av óttanum, stúranum og skapa tryggleika

Nøkur børn eru stúrin um at slíkir skottilburðir eisini kunnu fara fram í Føroyum, ella at vinir, familja ella fólk tey kenna, kunnu verða rakt. Greið barninum frá at hetta er ein ófrættakend støða, men at vandin fyri at slíkt hendir í Føroyum er lutfalsliga lítil. Greið eisini frá, at tað eru nógv vaksin, sum gera nógv fyri at skapa tryggleika í Føroyum, og veita hjálp til tey raktu.

 

Hjálparloysi

Nøkur børn verða rakt av hjálparloysi og vónloysi í slíkum støðum. Tá mugu vit sum vaksin lurta eftir hesum tonkum og kenslum og viðurkenna tær sum heilt vanligar. Vit kunnu eisini vísa teimum á, at tað eru tey vaksnu, sum hava ábyrgdina fyri hesi støðu.

 

Verj tey fyri vaksnamannapráti

Eru vit sum vaksin sera stúrin um hendingina í Fields, og til dømis hvørt tað er trygt at fara til Keypmannahavnar, og hava vit tørv á at tosa nógv um tað, eiga vit at gera hetta uttan at barnið, ella tann ungi, er til staðar. Børn og ung kunnu fáa óneyðuga stúran og ótta, um tey hoyra okkum vaksnu tosa um okkara stúranir. Vit kunnu tó vísa samkenslu við børnum og teirra familjum, sum á ein ella annan hátt eru rakt av hendingini.

 

Nøkur góð ráð til hvussu tú, sum vaksin, kanst styrkja teg sjálva – soleiðis at tú eisini betri orkar at stuðla børnum og ungum

  • Liv so vanligt sum møguligt – lat ikki ótta ella stúranir fáa alt ræði.
  • Ger okkurt sum tær dámar, fá regluligan svøvn, heilsugóðan mat, kom út í fríska luft, tosa við onnur, ven, lurta eftir góðum tónleiki, ger yoga ella meditera, og avmarka hvussu nógv fylgt verður við fjølmiðlastreyminum, eru góð boð upp á, hvussu vit kunnu styrkja okkum.

 

Tóra Petersen

Trivnaðarráðgevi

Nám

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi