Nám gjørt avtalu við Skoletube
Hvat er Skoletube?
Skoletube er ein sera væl umtóktur danskur pallur, sum samantvinnar kreativitet og læring, og sum savnar tey bestu talgildu amboðini til næmingaframleiðslu á einum tryggum stað. Við einum haldi til Skoletube fáa lærarar og næmingar atgongd til 27 ymisk netborin amboð, sum kunnu brúkast á øllum eindum. Alt arbeiði fer nevniliga fram á netinum og næmingarnir hava óavmarkað pláss at goyma sínar framleiðslur, og kunnu umvegis pallin deila og vísa sínar framleiðslur. Við einum haldi á Skoletube fáa lærarar og næmingar á skúlanum atgongd við at nýta Unilogin.
Prísur
Vanligur prísur fyri stovnar: 43,- kr u/mvg fyri hvønn næming og lærara
Prísur til føroyskar skúlar: 38,- kr u/mvg fyri hvønn næming og lærara
Dømi: Ein skúli við 200 næmingum og 25 lærarum skal gjalda 8550,- kr u/mvg
Amboð | Kann nýtast til |
Stop Motion Studio, VideoMixer og WeVideo | Forrit til videoviðgerð, ið eru løtt at nýta |
CodingLab | Forrit at kota við |
Photopea | Myndaviðgerð, myndakollasja, tekna, plakatir, lýsingar |
AhaSlides EU og Slideshows | Myndaframførslur |
Book Creator | At gera bøkur |
Tiki-Toki og Chronoflo | Tíðarlinjur |
Voicerecorder | At taka upp røddir |
easel-eu | Infografik, til at gera samansetingar av upplýsingum og grafikki |
Pixton | Teknirøðir |
Thinglink og H5P | At gera myndir, sjónbond, spurnakppingar og meira samvirkin |
Prezi | Verður nýtt til at gera framløgur og til sjálva framløguna |
Mindmeister | Mindmaps (minniskort) til at geva eina visuella mynd av onkrum fyri at fáa betri yvirlit |
Screencast | At gera skermupptøkur við |
Padlet | Eitt slag av uppslagstalvu, sum fleiri kunnu knýta ting á |
Powtoon EU | Til teknifilmsgerð og framløgur |
VoiceThread | Eitt virtuelt rúm til samskifti |
Peopleplotr | At gera ættartrø við |
Soundation og FindTheTune | At framleiða tónleik og ljóð |
ExplainEverything | Ein samvirkin talva fyri at skilja eitt evni betri |
CoSpaces Edu | Til at gera interaktivar verðir |
Flowcharts (beta) | Leiðarit, ið vísa arbeiðsgongdina |
Næmingurin sum framleiðari
Skoletube setir næmingin í miðdepilin sum framleiðara. Við at nýta amboðini í Skoletube kunnu næmingarnir vísa teirra fatan av ymiskum evnum á ein skapandi hátt. Harumframt fær lærarin næmingatillagað uppgávurnar, við at lata ymisk amboð vera til taks til at loysa uppgávurnar. Samstundis kann næmingurin venja seg í at meta um amboðini og at velja tað amboðið, sum hóskar seg best til at loysa uppgávuna.
Við amboðunum í Skoletube fær næmingurin víst, hvat hann/hon hugsar, og við framleiðslunum hjá næmingunum í huga, kann undirvísing og læring taka støði í tí einkulta næminginum.
Óavmarkað pláss á einum tryggum stað
Umframt at tú við Skoletube fært atgongd til eina rúgvu av sera væl umtóktum amboðum á einum stað, kanst tú eisini goyma allar tínar fílur á pallinum – pdf’ar, filmar, myndir, ljóðfílur og líknandi. Á Skoletube liggur hetta á einum tryggum stað, og sum byrjanarstøði er tað bara tú, sum sært hesar fílur. Til ber tó at deila við onnur, um ein ynskir tað, eitt nú við at senda eitt dult leinki, ella við at leggja tað í eina ‘kanal’, sum tú deilir við ávísar brúkarar. Alt tilfarið hjá næmingum og lærarum liggur á servarum í Danmark, og pallurin lúkar GDPR krøvini, so ein nýtist ikki at stúra fyri tí. Tú kanst lesa meira um hetta her: laerit.dk/skoletube-og-betingelser-for-brug/
Kann nýtast á øllum eindum
Ein av stóru fyrimununum við Skoletube er at skipanin kann nýtast á øllum eindum. So óansæð um næmingurin er á eini teldu, eini Chromebook, eini Mac, einum teldli ella eini snildfon, so fær næmingurin atgongd til Skoletube og kann arbeiða við sínum framleiðslum. Í somu løtu sum næmingurin leggur eina framleiðslu upp á Skoletube, ber til at arbeiða víðari við hesi á eini aðrari eind.
Kanalir eitt knútapunkt í Skoletube
Kanalir er ein týdningarmikil partur av Skoletube. Við kanalum fáa næmingar og lærarar savnað og deilt framleiðslur og tilfar. Eitt nú ber til at stovna kanalir til ein stovn, millum stovnar, til ein flokk, eitt ávíst evni, eina lærugrein ella til sín sjálvs. Ein kanal savnar saman og gevur eitt gott yvirlit yvir tilfarið. Kanalirnar eru tí ein uppløgd lendingarbreyt fyri framleiðslunum, har næmingarnir lata inn, leggja fram og eftirmeta og kjakast um vitanina og fatanina hjá hvørjum øðrum.
Undirvísingargongdir og vegleiðingar
Eigararnir av Skoletube hava lagt stóra orku í at framleiða tilfar til íblástur í sambandi við undirvísing, og hetta tilfarið liggur púra opið á síðuni https://skoletubeguide.dk. Á síðuni eru hópin vegleiðingum – bæði didaktiskum og tekniskum.
Tær didaktisku vegleiðingarnar taka allar støði eini lærugrein, einum flokki og vísa, hvussu ein kann arbeiða skynsamt við teimum ymisku amboðunum. Í øllum undirvísingargongdunum verður dentur lagdur á didaktik og fakdidaktik, har næmingurin er framleiðari.
Tær teknisku vegleiðingarnar taka støði í teimum ymisku amboðunum. Við at fylgja hesum vegleiðingunum kanst tú læra teg at nýta tey ymisku amboðini stig fyri stig.
Ynskja tit royndarhald?
Skúlarnir kunnu fáa ókeypis royndarhald í 2-3 vikur. Um áhugi er fyri hesum kunnu tit venda tykkum til kt-ráðgevararnar á Námi á tlf 665161 ella á kt@nam.fo.
Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.
Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.
Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.