Skip to main content

Sólgarðurin - undirvísingargongd

31.10.2022

Undirvísingargongdin er ætlað lærugreinini føroyskum á A-stigi og leggur dent á lesaraupplivingina og yrkingina sum fagurfrøðiligan tekst.

Sólgarðurin, sum var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022, er annað yrkingasavnið eftir 25-ára gamla sørvingin Beinir Bergsson. Frammanundan hevur hann givið savnið Tann lítli drongurin og beinagrindin út, sum hann fekk EBBU-virðislønina fyri í 2018. Sólgarðurin er slóðbrótandi bókment, sum viðger sorg, einsemi, samkyndleika og erotikk.

Undirvísingargongdin er gjørd í samstarvi við átakið Føroyar lesa og Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, sum verða í døgunum 16.-20. novembur. Mikudagin 16. novembur kl. 13 vitjar Beinir Bergsson í Norðurlandahúsinum í sambandi við skúlatiltak um yrkingasavnið. Tiltakið er ætlað miðnámsskúlanæmingum, og tilmelding fer fram á tilmelding@nam.fo.

Undirvísingargongdin er ætlað lærugreinini føroyskum á A-stigi og leggur dent á lesaraupplivingina og yrkingina sum fagurfrøðiligan tekst.

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi