Skip to main content

Støddfrøðitilfar á Snar

07.11.2022

Á Snar finst nógv gott tilfar, sum kann nýtast til tína lærugrein, men onkuntíð er tørvur á hjálp at finna tilfarið

So er endiliga steðgur eftir ein væl pakkaðan dag við tímum og garðvaktum. Eg gleði meg til at koma inn  í starvsfólkarúmið, seti meg í sofuna hjá einum garvaðum støddfrøðilærara við vón um at fáa eitt gott fakligt prát. Í dag fellur prátið á frálíku netsíðuna hjá Gyldendal sum liggur á Snar, og sum hon dagliga brúkar í undirvísingini, ein síða við nógvum møguleikum.

Umframt at gjøgnumganga ávís stykki á samvirknu talvuni ber eisini til at arbeiða við nógvum av teimum góðu spølunum í ”Rokning”, sigur hon. Her finnur tú allar hentleikar, sum tú hevur brúk fyri, eitt nú ymisk sløg av terningum, snariskivu og tallinju.

“Eitt, sum eg byrji næstan hvønn tíma við, er at hyggja eftir, hvørji nýggj støddfrøðiheiti koma fyri. So taki eg tey ígjøgnum saman við næmingunum, og við tíðini fái eg teir at seta orð á og brúka hesi nýggju heitini. Gamaní eru tey á norskum, men tað hevur lítið uppá seg at finna tey føroysku heitini fram”.

Aftaná steðgin og eitt gevandi prát fari eg beint inn á Snar at hyggja nærri at hesum síðunum. Tað er eitt sindur ringt at finna síðurnar. Eg leiti eina løtu, í bjáklkanum í erva trýsti eg á Útgávur. Har finni eg yvirskriftina Støddfrøði, og um eg trýsti á bókina “Rokning” finni eg leinkið til Samvirknar talvur á norskum til Rokning 1 – 6 , og um eg trýsti á bókina “Støddfrøði” finni eg Samvirknar talvur á norskum til Støddfrøði 7 – 9   .

Eg byrji við at hyggja at filmunum. Jú, víst er nógv spennandi at arbeiða við í undirvísingini.

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi