Skip to main content

Tann góði felagsskapurin 

10.02.2023

Í tøttum samstarvi við Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið skipar Nám fyri einum trivnaðarátaki skúlaárið 2023/24.

Les meira í viðfesta skjalinum 

Menniskjan hevur íbornar eginleikar at vera umsorganarfull og samkennandi. Flestu okkara hava eitt sterkt ynski um at hjálpa øðrum, tá ið teim tørvar hjálp og stuðul. Hetta er eitt av grundarløgunum fyri, at vit kunnu skapa tryggar og góðar skúlaflokkar, familjur, felagsskapir og samfeløg.

Hinvegin hevur granskingin – og ikki minst søgan – víst, at tað finnast ein rúgva av sálarligum kreftum í okkum menniskjum, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, sum kunnu steðga ella forða okkum í at hjálpa, ella at bera okkum innlivandi og skilagott at, tá ið tørvur er á, at vit gera nakað og hjálpa.  

Hesar ofta ósjónligu og ótilvitaðu kreftir kunnu gera, at vit, uttan vit veruliga ynskja tað, eru viðvirkandi til at skapa ótryggar felagsskapir, ella ignorera, at tørvur er á handling og lata standa til, hóast nógv í okkum sigur, at vit áttu tikið virknan lut og gjørt okkurt fyri at betra um felagsskapin. 

Ikki tykkum at siga, skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap ella ein góðan flokk, so krevur tað sostatt eitt miðvíst arbeiði, har ábyrgdin í høvuðsheitum áliggur okkum vaksnu.  

Í tøttum samstarvi við Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið skipar Nám fyri einum trivnaðarátaki skúlaárið 2023/24.  

Endamálið við átakinum er at royna og eftirmeta føroyskað tilfar, Betri vinir, sum er ment við tí fyri eyga at styrkja trivnaðin og menna ein góðan felagsskap í grunddeild.  

Roynist hetta tilfarið væl, er ætlanin at tilfarið skal verða tøkt hjá øllum skúlum. 

Hevur hetta tykkara áhuga, kunnu tit lesa meira um tilfarið, um verkætlanina og um hvussu tit søkja um at vera við í verkætlanini her:

Les meira í viðfesta skjalinum 

Trivnaðarráðgevin 

 

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi