Føroyskt í miðnámi
Deydningar dansa á sandi - hugskot til undirvísing
Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.
Krimisøgan Deydningar dansa á sandi (2011) er hin áttanda av krimisøgunum um blaðmannin Hannis Martinsson. Eins og í hinum krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen eru hópin av tilsipingum til søguligar hendingar og til føroyskar bókmentir. Í hesi søguni hevur brotsverkið træðrir aftur til Klaksvíksstríðið í fimmtiárunum.
Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar á sjóvarmálanum, og fuglur hevur sett á hann. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran, sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina.
Av baksíðuni á bókini
Nám hevur flokssett av krimisøguni Deydningar dansa á sandi, sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU. Ráðgevar í Námi og onnur arbeiða alsamt við at gera arbeiðsuppgávur og veita ráðgeving í sambandi við tilfar í MitCFU-skipanini. Á Snar liggja uppgávur til fleiri flokssett, bæði til fólkaskúla og miðnám.
Arbeiðsuppgávurnar til krimisøguna Deydningar dansa á sandi eru serliga ætlaðar fyrsta ella øðrum ári á miðnámi. Við smáum tillagingum kunnu hesar tó væl brúkast í yrkisnámi ella í hádeild fólkaskúlans.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum skipaðar í tríggjar partar. Fyrsta uppgávan er fyrireikandi til sjálvt bólkaarbeiðið. Síðan koma nakrar bólkauppgávur við greining og tulking. At enda koma nakrar uppgávur, har næmingarnir kunnu arbeiða meira skapandi og við frásjónargerð, eitt nú við at skriva egna krimisøgu og við at samanbera við krimirøðina Trom.
Málið við uppgávunum er, at næmingarnir, samstundis sum tey menna ávísar fakligar førleikar, eisini uppliva lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir.