Føroyskt í miðnámi
ein bein linja ein bogin - hugskot til undirvísing
Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.
Savnið ein bein linja ein bogin (2023) eftir Guðrið Poulsen fevnir bæði um yrkingar og fotomyndir. Bókin verður lýst soleiðis:
Bókin snýr seg um at ganga, oftani í lendinum kring Havnina og á Suðurstreymoynni, har høvundurin býr. Hon endurvitjar grótbrot, Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri allan høvuðsstaðin. Bókin er fylt við stillum og sansandi fotomyndum av t.d. lendinum og skipanum og strukturum við grótbrotum og byrgingum. Hon siterar Andrei Tarkovsky: ”men vit ganga ikki beint fram her. Vit ganga ein umveg”. Hon skrivar um seg sjálva, men eisini um pápa sín.
Nám hevur flokssett av savninum ein bein linja ein bogin, sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU. Ráðgevar í Námi og onnur arbeiða alsamt við at gera arbeiðsuppgávur og veita ráðgeving í sambandi við tilfar í MitCFU-skipanini. Á Snar liggja uppgávur til fleiri flokssett, bæði til fólkaskúla og miðnám.
Arbeiðsuppgávurnar til savnið ein bein linja ein bogin hevur Kim Simonsen frá forlagnum Eksil gjørt. Uppgávurnar eru serliga ætlaðar miðnámi, men kunnu við smáum tillagingum væl brúkast í yrkisnámi ella í hádeild fólkaskúlans.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum skipaðar í tríggjar partar. ÁÐRENN næmingarnir lesa savnið, MEÐAN næmingarnir lesa savnið, og AFTANÁ at næmingarnir hava lisið savnið.
Málið við uppgávunum er, at næmingarnir, samstundis sum tey menna ávísar fakligar førleikar, eisini uppliva lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir.