Skip to main content

Føroyskt í miðnámi

Kt-førleikar og talgildisbúgving í føroyskum

07.11.2022

Neyðugt er at seta orð á, hvat vit leggja í talgildisbúgving og kt-førleikar í skúlaverkinum og í einstøku lærugreinunum.

Seinastu árini er kt farið at fylla meira og meira í skúlaverkinum, og soleiðis er eisini í lærugreinini føroyskum á miðnámi.

Tað byrjaði við, at vit fóru frá at skriva í hond til at skriva á teldu. So kom internetið við alskyns upplýsingum og hentleikum, og í dag er meginparturin av undirvísingartilfarinum talgilt, eins og samskifti og samstarv eisini hava flutt seg meira inn á talgildar pallar so sum Teams og Moodle.

Við øktu kt-nýtsluni eru fleiri fyrimunir, men vansar eru eisini, og tí er neyðugt at seta orð á, hvat vit leggja í talgildisbúgving og kt-førleikar, bæði í øllum skúlaverkinum og í einstøku lærugreinunum.

Í nýggju støðisnámsætlanini, sum ætlandi kemur í gildi til skúlaársbyrjan í 2023, stendur soleiðis um kt-førleikar og talgildisbúgving:

Kt-førleikar og talgildisbúgving snúgva seg bæði um førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð og at skilja amboðini, og í hvørjum samanhangi tey skynsamt kunnu nýtast. Eisini snúgva kt-førleikar og talgildisbúgving seg um atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari. Endamálið er at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelagi.

Av viðkomandi kt-amboðum í lærugreinini føroyskum á miðnámi kunnu nevnast forrit til at skapa og viðgera tekstir, herímillum eisini margháttaðar tekstir, framløguforrit, samskiftis- og samstarvsforrit, rættstavari, talgildar orðabøkur, leitiskipanir o.s.fr.

Fyri at røkka endamálinum um fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelagi, sum omanfyri nevnt, er sera umráðandi, at amboðini verða nýtt skilagott.

Júst hetta verður viðgjørt á skeiði í Námi við heitinum “Tá kt ger mun – kt sum námsfrøðiligt amboð í undirvísingarstarvinum”.

Tað er Christina Jensen, lærari í føroyskum, søgu og donskum á Kambsdali, sum undirvísir á skeiðinum, sum verður í Námi 18. januar 2023.

Á skeiðinum, sum er ætlað lærarum í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi, leggur hon dent á hesi trý øki:

  • Tøknin sum virkið amboð í tímanum.
  • Tøknin sum praktiskt/hent amboð í undirvísingarstarvinum.
  • Tøknin sum tól at skapa fjølbroytta undirvísing og innlatingar.

Les meira um skeiðið og melda til.

Á myndini omanfyri hevur Christina Jensen framløgu um kt-didaktikk á kt-didaktiskum visjónsseminari, sum Nám og Undirvísingarstýrið skipaðu fyri á Hotel Føroyum í 2021.

Cristina Jensen, miðnámsskúlalærari.