Føroyskt í miðnámi
Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum - hugskot til undirvísing
Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.
Í yrkingasavninum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum (2023) eftir Kim Simonsen viðger yrkjaraegið deyða pápa sín, sum alt sítt lív hevur verið sjómaður, og havið, ið máar burtur av landinum, sum samstundis er okkara lívrunna upprunaliga heim. Savnið arbeiðir serliga við havinum sum elementi. Í fýra pørtum setir savnið sjóneykuna á alt tað, sum fer millum fingrar okkara, og ikki minst gleðina við at venda sær móti heiminum, okkara húð, midum, virusum og tí meldrinum av bakterium, ið er lívfrøðiliga grundin undir øllum livandi.
Kim Simonsen er fyri savnið í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2024.
Nám hevur flokssett av savninum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum, sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU. Ráðgevar í Námi og onnur arbeiða alsamt við at gera arbeiðsuppgávur og veita ráðgeving í sambandi við tilfar í MitCFU-skipanini. Á Snar liggja uppgávur til fleiri flokssett, bæði til fólkaskúla og miðnám.
Arbeiðsuppgávurnar til savnið Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum hevur høvundurin sjálvur gjørt. Uppgávurnar eru serliga ætlaðar miðnámi, men kunnu við smáum tillagingum væl brúkast í yrkisnámi ella í hádeild fólkaskúlans.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum skipaðar í tríggjar partar. ÁÐRENN næmingarnir lesa savnið, MEÐAN næmingarnir lesa savnið, og AFTANÁ at næmingarnir hava lisið savnið.
Málið við uppgávunum er, at næmingarnir, samstundis sum tey menna ávísar fakligar førleikar, eisini uppliva lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir.