Føroyskt í miðnámi
Lykkenborg - hugskot til undirvísing
Leikurin Lykkenborg hjá leikbólkinum Det Feröische Compagnie hevði frumframførslu í Listastovuni í Miðvági í junimánaða í fjør. Nógv fólk hava sæð leikin, sum hevur fingið sera góð ummæli. Síðst í marsmánaða í 2023 verður Norðurlandahúsið karmur um fleiri sýningar, herímillum eisini skúlasýningar fyri næmingar á miðnámi og í hádeild fólkaskúlans.
Arbeiðsuppgávurnar venda sær serliga til lærugreinarnar føroyskt og sálarfrøði, men evnini kunnu væl viðgerast í øðrum lærugreinum eisini, t.d. í søgu, samfelagsfrøði og leiklist. Summar av uppgávunum eru ætlaðar at arbeiða við, áðrenn næmingarnir síggja leikin ella lesa leikritið, og aðrar eru beinleiðis viðgerð av sjálvum leikinum/leikritinum.
Leinki til arbeiðsuppgávurnar og bakstøðistilfar: Lykkenborg - hugskot til undirvísing
Tilfarið er ikki heilt liðugt enn, og nakrar arbeiðsuppgávur verða lagdar afturat í næstum. Hava tit hugskot ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara í Námi.
Um leikin
Lykkenborg er søgan um ein føroyskan original. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken, sum vaks upp undir trongum korum úti á bygd í føroyska fiskivinnusamfelagnum. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og var meira til listaligt arbeiði. Søgan er um, hvussu hann treiskaðist og í móti øllum brøgdum megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg - ein villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, sum sá hana, misti ondina, og so fløkjalig, at tann, sum hættaði sær at fara inn í hana, segðist aldrin koma út aftur.
Harumframt snýr leikurin seg um tíðarskeiðið, tá Pól Jóhannus varð sendur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir "Åndssvageforsorgen".
Tað er leikbólkurin Det Ferösche Compagnie sum hevur sett leikin upp. Síðani frumsýningina 1. juni 2022 í Listastovuni í Miðvági hevur nógv rósti leikurin verið sýndur 27 ferðir fyri fullsettum salum, og í oktobur 2022 fekk Det Ferösche Compagnie M.A. Jacobsens virðisløn fyri Lykkenborg. Á Bókadøgunum í novembur 2022 gav forlagið Sprotin leikritið eftir Búa Dam út í bók.
Luttakarar
Búi Dam - leikrit og leikstjóri, Kristina Sørensen Ougaard - leikari, Dánjal á Neystabø - tónasmiður, Búi Rouch - hjálparleikstjóri og koreografur, Sámal Blak - pallsniðgevi, búnasniðgevi og búmerki, Súni Joensen - ljóssniðgevi, Bergtóra Patursson - kanningarráðgevi, Anna Kristin Bæk - búnar og pallmynd, Benjamin Gaasedal - hjálpari, Beinir Bergsson - tøkniligur hjálpari, Tjóðhild Patursson - marknaðarføring, Urd Johannesen - framleiðari.