Føroyskt í miðnámi
Skuggamyndir - hugskot til undirvísing
Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.
Stuttsøgusavnið Skuggamyndir kom út í 2015 og er fyrsta stuttsøgusavnið eftir Ingun Christensen. Ingun hevur givið fleiri bøkur út, bæði til børn, ung og vaksin, t.d. ungdómsbókina Sólgrátur og barnabøkurnar um Rana.
Nám hevur flokssett av Skuggamyndir, sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU. Ráðgevar í Námi og onnur arbeiða alsamt við at gera arbeiðsuppgávur og veita ráðgeving í sambandi við tilfar í MitCFU-skipanini. Á Snar liggja uppgávur til fleiri flokssett, bæði til fólkaskúla og miðnám.
Arbeiðsuppgávurnar til Skuggamyndir eru serliga ætlaðar fyrsta ári á A-stigi ella á C-stigi, men tær kunnu væl brúkast í hádeild fólkaskúlans eisini.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum skipaðar í tríggjar partar. Fyrstu uppgávurnar eru fyrireikandi til at lesa bókina og til bólkaarbeiðið við greining og tulking. Síðan eru nakrar bólkuppgávur við greining og tulking. Dentur verður í hesum uppgávunum lagdur á frásøgufólk, sjónarhorn og persónlýsingar. At enda eru nakrar uppgávur, har næmingarnir kunnu arbeiða meira skapandi, eitt nú við at skriva egna stuttsøgu, skriva sangtekst ella hava leikframførslu.
Málið við uppgávunum er, at næmingarnir, samstundis sum tey menna ávísar fakligar førleikar, eisini uppliva lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir.