Skip to main content

Føroyskt í miðnámi

Tám - hugskot til undirvísing

05.09.2023

Undirvísingartilfar til skaldsøguna Tám eftir Jón Thorsteinsson.

Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.

Skaldsøgan Tám kom út í 2022 og er fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Frammanundan hevur hann givið út stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum (2019) og Hult og dult (2021).

Nám hevur flokssett av skaldsøguni Tám, sum lærarar kunnu læna í bókasavnsskipanini MitCFU. Ráðgevar í Námi og onnur arbeiða alsamt við at gera arbeiðsuppgávur og veita ráðgeving í sambandi við tilfar í MitCFU-skipanini. Á Snar liggja uppgávur til fleiri flokssett, bæði til fólkaskúla og miðnám.

Arbeiðsuppgávurnar til skaldsøguna Tám eru serliga ætlaðar fyrsta ella øðrum ári á miðnámi. Við smáum tillagingum kunnu hesar tó væl brúkast í yrkisnámi ella í hádeild fólkaskúlans.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum skipaðar í fýra partar. Fyrstu uppgávurnar eru fyrireikandi til at lesa skaldsøguna og til bólkaarbeiðið við greining og tulking. Síðan eru nakrar bólkuppgávur við greining og tulking. Dentur verður í hesum uppgávunum m.a. lagdur á bygnað, frásagnarviðurskifti og persónlýsingar. Eftir hetta skulu næmingarnir arbeiða við frásjónargerð og samanbera við aðrar tekstir, sum leinki eru til. At enda eru nakrar uppgávur, har næmingarnir kunnu arbeiða meira skapandi, eitt nú við at skriva yrking, umskriva partar við øðrum sjónarhorni og hava pallborðskjak.

Málið við uppgávunum er, at næmingarnir, samstundis sum tey menna ávísar fakligar førleikar, eisini uppliva lesigleði og styrkja hugin at lesa føroyskar bókmentir.