Próvtøkurnar í føroyskum í 9. flokki
Summi teirra síggja fram til at verða liðug við fólkaskúlan og til at at finna sær eitt arbeiði. Onnur halda fram eitt ár aftrat í 10. Flokki. Uppaftur onnur byrja á yrkisnámi ella gymnasialum miðnámi eftir summarfrítíðina.
Í føroyskum fara næmingarnir bæði til skrivliga og munnliga próvtøku.
Til munnligu próvtøkuna kann sum kunnugt veljast millum at fara upp eftir próvtøkuhátti A ella B. Á aðalfundi hjá lærarafelagnum viðmerkti ein lærari, at próvtøkuháttur B gevur læraranum sera nógv arbeiði, serliga tá næmingar skulu leita fram tekstir til hugdýpingarøkið, teir hava fingið. Tað kann vera trupult hjá næmingum at finna fram tekstir sjálvi, og tí venda tey sær til foreldur, lærarar ella bókavørðir at fáa hjálp og vegleiðing.
Ofta er ein lærari í føroyskum eisini lærari í donskum ella enskum. Um tað eisini er í 9. flokki, kann vera strævið at vegleiða fleiri flokkum við so stuttum skotbrái. Sjálvandi hugsa lærarar um at “goyma” tilfar, sum teir halda hóska seg til próvtøkutekstir, so teir, sum frá líður, hava eitt savn av hóskandi tilfari. Eisini eru lærarar óførir at koma við hugskotum og vísa á tað sínámillum. At vera próvdómari er eisini ein kelda til íblástur, tí tá fær ein innlit í tilfar og arbeiðshættir hjá øðrum lærarum.
Til próvtøkuhátt A er avbjóðingin ofta at finna góðar fagurfrøðiligar tekstir, sum ikki eru longri enn tríggjar normalsíður. Eisini kann tað vera trupult hjá næminginum at skilja serliga eldri, men kanska eisini nýggjari, tekstir, um tað eru ov nógv orð, tey ikki skilja og tí mugu sláa upp. Tey hava jú bara 40 min. til fyrireiking. Hon skal røkka til at seta seg inn í tekstin, skipa framløguna og seta í frásjón. Eisini fær næmingurin eitt brot at lesa upp.
Próvstovan gjørdi í 2021 eina vegleiðing til tilgongdina, tá synopsuhátturin ella próvtøkuháttur B verður nýttur. Sambært henni er lærarin vegleiðari, tá næmingar skulu finna sær próvtøkutekst:
Næmingurin skal við hjálp og vegleiðing frá læraranum sjálvur velja próvtøkutekstin og finna fram tilfar til próvtøkutekstin. Næmingurin arbeiðir síðan við próvtøkutekstin, serliga við at greina og tulka, og ger synopsu. Tá tað kemur til sjálva próvtøkuna stendur: Í framløguni skal próvtakarin lýsa arbeiðið og arbeiðstilgongdina. Hetta fevnir m.a. um lýsing av tekstslagnum, greining og tulking, umframt frásjónargerð til hugdýpingarøkið.
Vegleiðing um synopsupróvtøkuháttin í føroyskum í 9. flokki á Námsætlanarsíðuni
Munurin millum próvtøkuhátt A og B er í høvuðsheitum tann, at við próvtøkuhátti B kann og eigur næmingurin at fara meira í dýpdina við próvtøkutilfarinum og eisini seta tað í frásjón. Frásjónargerð er eisini partur av próvtøkuhátti A, men høvuðsdentur er á ólisna tilfarinum. Í vegleiðingarskjalinum stendur:
Við atliti at arbeiðstilgongdini í sambandi við próvtøkuhátt B (synopsupróvtøku), verður størri dentur lagdur á yvirlit, hugdýping, innlit og frásjónargerð enn gjørt verður, tá ið próvtøkuháttur A verður nýttur.
Í vár hevur nógv verið frammi í miðlum og millum manna um kjattbottar, ið nýta vitlíki (AI). Vit eru ikki meiri enn farin at tosa um opið ella afturlatið net, fyrr enn hugburður og støðutakan til vitlíki í skúlahøpi kemur á breddan. Summi tosa um, at netið átti at verið sløkt fyri at fyribyrgja óreglusemi. Onnur halda, at tilgjørt vit er komið fyri at vera, so tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Næmingar eiga at læra at fyrihalda seg til nýggja tøkni bæði úr etiskum og kritiskum sjónarhorni.
Próvstovan hevur gjørt leiðreglur um nýtslu av vitlíki til próvtøkur. Sambært leiðreglunum, er bert loyvt at nýta amboð ella tilfar, sum hevur verið partur av vanligu undirvísingini, tó ikki amboð ella hjálparmiðlar, sum kunnu gera avrikið fyri teg: Próvtakarin skal sjálvur framleiða próvtøkuavrikið og hevur ikki loyvi at samskifta við onnur undir próvtøkuni, hetta er eisini galdandi fyri tilgjørt vit. Hetta merkir, at avritingarforrit og hjálparmiðlar, sum heilt ella í stóran mun kunnu framleiða avrikið fyri próvtakaran, ikki eru loyvd. Sum dømi kunnu nevnast Photomath, Grammarly, ChatGPT og aðrir líknandi hjálparmiðlar. Mælt verður til, at skúlar steingja atgongdina til hesar og líknandi hjálparmiðlar, meðan próvtøkur fara fram.
Hetta ber til at gera, tá próvtøkur og fyrireiking fara fram í skúlanum t.d. til skrivligar próvtøkur, men ikki, tá fyrireiking kann fara fram aðrastaðni enn í skúlanum, sum t.d. í próvtøkuhátti B. So hóast vitlíki ikki skal verða brúkt, t.d. til synopsuna í próvtøkuhátti B, so er trupult at fyribyrgja hesum.
Kunning og leiðreglur - provstovan.fo
Eru fyritreytirnar fyri hesum báðum próvtøkuháttum , A og B, í munnligum føroyskum (og donskum og enskum) í fólkaskúlanum vorðnar so ymiskar, at vit eiga at umhugsa, um tær kunnu liva lið um lið? Hvat halda lærarar um tað?