Fremmandamál
eTwinning: Pallur til lærarar í fremmandamálum
eTwinning er ein felagsskapur fyri skúlar og stovnar í Evropa. eTwinning stuðlar samstarvsverkætlanum millum lærarar, námsfrøðilig starvsfólk og leiðarar úr 43 ymiskum londum í Evropa. Skúlar og stovnar kunnu nýta eTwinning ókeypis og samstarva tvørtur um landamørk um verkætlanir og samskifti.
Orsøkin til, at eg fór at leita eftir einum palli sum eTwinning, var, at eg sum lærari í fremmandamálum, oftani havi saknað ein pall, har til bar at koma í samband við lærarar úr skúlum uttanlanda, har málsliga felagsmongdin hjá næmingunum, var fremmandamálið, ið skuldi lærast. Ynski mítt var eitt samstarv, har autentiska samskiftið millum næmingar bæði var mál og miðil. eTwinning skapar møguleika fyri hesum og hópin av øðrum fakligum og tvørfakligum samstørvum.
Eitt sindur yvirskipað um eTwinning við útgangsstøði í dømi um ítøkiliga verkætlan:
eTwinning hevur ein hóp av sonevndum ambassadørum, hvørs leiklutur er at vegleiða fakfólk, ið ynskja at blíva skrásett sum brúkarar á eTwinning. Á hesi leinkjuni, presentera umboðini seg í mun til leiklut teirra og kunnað verður um, hvussu skúlar og stovnar kunnu fáa fáa hjálp, vegleiðing ella sparring:
eTwinning-ambassadørerne i Danmark - en oversigt - eTwinning
Ein av ambassadørunum, ið er sera áhuga í fremmandamálum og sum til ber at seta seg í samband við:
Person: Lisbeth Kodal (ambassadør) - eTwinning
Hvat siga miðlarnir um eTvinning:
eTwinning i medierne (2021/22) - eTwinning
Íblástur, les um verkæltan í enskum, har lærarar úr Grikkalandi, Spania, Italia og Danmark samstarvaðu um verkætlan:
Case: Meeting Cultures Beyond Sterotypes - eTwinning
Í hesi verkætlanini, við ríkum høvi fyri autentiskum samskifti á týskum, hava flokkar úr Spania, Kroatia, Grikkalandi, Italia, Pólandi, Slovenia, Letlandi og Danmark arbeitt við ævintýrum hjá brøðrunum Grimm:
Case: Unsere Märchenwelt - eTwinning
Vegleiðing til, hvussu ein kann koma væl frá byrjan og skapa fyritreytir fyri eini væleydnaðari verkætlan:
Ynskir tú at skráseta teg sum brúkara, er ein neyv vegleiðing gjørd, ið leiðir teg stig fyri stig á mál: Sådan registrerer du dig på eTwinning - en guide - eTwinning
Niðanfyri er upptøka við Petur Mohr Samuelsen, ið starvast sum lærari á Skúlanum á Fløtum – hann sigur frá royndum sínum við eTwinning.
Hevur tú fyrispurningar um eTwinning, ver hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við ráðgevan í fremmandamálum á Námi.