Skip to main content

Handaverk og list

Klippa og klistra í søgu og føroyskum?

21.02.2023

Ja, tað ljóðar kanska heilt burturvið at sita og klippa og klistra í føroyskum og søgu, og heilt erligt.. hvør hevur tíð til tað?

Fakta er, at bæði námsætlanin í føroyskum og søgu beinleiðis nevna skapandi arbeiði við áherðslu á myndagerð av søguligum hendingum, sagnum og kvæðum. So, tá alt kemur til alt, kanst tú sum lærari við góðari samvitsku fara í gongd við eina skapandi undirvísingargongd í søgu – tí tað ER partur av pensum!

 

Tá høvur og kroppur fylgjast at

Tá vit vaksnu minnast aftur á okkara egnu skúlagongd, so er tað ikki ta fantastisku fyrisøgnina, vit minnast. Tvørturímóti, so eru tær minnuligu hendigarnar tær, har bæði kroppur og høvur vóru partur av undirvísingini. Tað er eisini í tráð við granskingina hjá Kjeld Fredens, heilagranskara. Gransking hansara vísir, at læring, har kroppurin er passivur, verður ikki goymd á sama hátt í heilanum sum læring við kroppinum. Næmingar, ið læra við kroppinum, minnast enntá betur, tí vitanin er goymd í rørslum. Stutt sagt - vit minnast betur, um høvur og kroppur fylgjast.

Skeið í ´Pappírsklippi og sagnum´

Í heyst hevði eg 28 ágrýtnar og dugnaligar føroyskt- og søgulærarar á skeiði í ´Pappírsklipp og sagnir´. Skeiðið snúði seg um sagnir, pappírsklipp og William Heinesen. Luttakararnir vóru pressaðir ígjøgnum eina undirvísingargongd, ið vanliga tekur minst 12 undirvísingartímar, upp á bara 2 dagar. “Tað er sum at vera næmingur aftur – tað er ordiliga strævið!”, vildi ein luttakari vera við í skemti.

Pappírsklipp ljóðar einfalt, men tað krevur eina rúgvu av fyrireikingararbeiði, fakligari vitan og royndum, um tað skal eydnast. Hetta sást týðiliga aftur í arbeiðsgongdini hjá lærarunum, og tey vóru bilsin av, hvussu nógv arbeiði lá aftan fyri eitt pappírsklipp.

Tá tey vóru komin ordiliga í gongd, vóru tey ikki til at steðga aftur. Eg fangaði nøkur av teimum í at gloyma at eta og loypa kaffi um (ja, hvør lærari loypur kaffi um?!). Tá var eyðsæð, at flestu luttakararnir vóru í einum flow.

Pappírsklippini taka støði í eini søgn, tey sjálvi velja. Tey flestu velja eina søgn frá síni heimbygd, og beinavegin har er innara motivatiónin sett í gongd. Tey hava longu eina mynd í sínum hugaheimi av hesi søgnini. Úrslitið hevði als ikki verið tað sama, um eg sum lærari kom inn og segði, at vit øll skuldu arbeiða við søgnini um Rinkusteinarnar í Oyndarfirði. Tá tey sjálvi sleppa at velja eina søgn at arbeiða við, fáa næmingarnir ognarskap yvir tilgongdini, og tá fara tey til verka við nærlagni og áhuga - og tað sæst aftur í úrslitinum!

Tað er altíð stuttligt at vera skeiðshaldari, tá luttakararnir eru so ágrýtnir og ikki minst arbeiðssamir. Men tá tey so í loyndum byrjaðu at flyta klokkuna ein tíma aftur fyri at vinna ein tíma meir á skeið, ja, so helt eg, at tað var tíð upp at senda tey heim! :-)

Tvørfakliga undirvísingargongdin frá skeiðinum “Pappírsklipp og sagnir” liggur her:

Pappírsklipp og sagnir​​​

Eg havi gjørt ein minnislepa á MitCFU við lesnaði um W. Heinesen, pappírsklipp, litlæru o.a. Minnislepan finna tit her: http://mitCFU.dk/lnkyb87  

Kringvarp Føroya hevur eina fína sending um lívið hjá W. Heinesen. Hon er í 5 pørtum, og er at finna her: https://kvf.fo/sending/william?sid=139224  

Ráðgevin
 

 

Handaverk og list

Henny Dánialsdóttir
Týsdag, mikudag og fríggjadag
henny@nam.fo
+298 555157