KT-ráðgevar
Lær at nýta mitCFU
MitCFU er læniskipanin hjá Námi. Tað er ein talgildur pallur, ið allir lærarar og næmingar hava atgongd til. Í mitCFU ber til at læna ymisk sløg av undirvísingartilfari, so sum bøkur, filmar, e-bøkur, sjónvarpssendingar og flokssett. Harafturat kunnu lærarar fáa íblástur til undirvísingina frá námsfrøðiligum vegleiðingum og CFU-overlays.
Ein vegleiðing er nú tøk til mitCFU, ið ætlað øllum, ið hava atgongd til skipanina. Í vegleiðingini verður brúkarin tikin við í gjøgnum mitCFU og kann stig fyri stig læra at nýta skipanina. Her lærir brúkarin at nýta høvuðsfunkurnar, sum eru at rita inn, læna bøkur, e-bøkur og filmar, læna til næmingarnar og fáa yvirlit yvir lænt tilfar. Vegleiðingin vísir eisini á aðrar hentar funkur í skipanini, millum annað hvussu ein finnur undirvísingartilfar til ávísar lærugreinar, hvat slag undirvísingartilfar talan er um og hvussu tilfarið kann nýtast sum íblástur.
Vegleiðingin til mitCFU liggur her: www.nam.fo/mitcfu
Er tørvur á meira hjálp ella vegleiðing, ella er tykkara skúli áhugaður í eini framløgu ella skeiði í nýtsluni av mitCFU, eru vit altíð til reiðar at koma á vitjan. Eru spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kt-ráðgevarnar ella skúlabókavørðin á Námi.
Kt-ráðgevingin á Námi:
Telefon: 665161 - teldupostur kt@nam.fo
Ráðgevin
KT-ráðgevi
Jóhannus Mikkelsen
Týsdag og hósdag
johannus@nam.fo
+298 555177
KT-ráðgevi
André Frederiksberg Danielsen
Mánadag - fríggjadag
andre@nam.fo
+298 555170
KT-ráðgevi
Heini Reinert
Mánadag - fríggjadag
heini@provstovan.fo
+298 555174