KT-ráðgevar
Nám og SSP seta ljós á talgildisbúgving
Skeiðini eru sprottin úr samstarvi ímillum SSP og Nám, har málið var at varpa ljós á, hvussu vit kunnu fremja talgildisbúgving ímillum næmingar í miðdeild fólkaskúlans. Skeiðini vórðu skipað í tveimum pørtum – ein teoretiskur partur og ein meira praktiskur partur.
Í fyrra partinum greiddi ein kt-ráðgevi úr Námi frá um nýggju støðisnámsætlanina, við serligum denti á hugtakið talgildisbúgving og kt-førleikar hjá næmingunum. Síðan greiddi Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi, frá um talgildan trivnað.
Talgildisbúgving
Støðið varð tikið í talgildisbúgving (digital dannelse), sum er eitt sera samansett hugtak. Tað snýr seg eitt nú um ítøkiliga at royna tøknina, at fáa innlit í og meta um tøknina og at vita, hvat hon kann nýtast til, umframt keldukritikk, atferð og etikk á netinum.
Ein niðurstøða í upplegginum var, at hóast talgildisbúgving viðhvørt snýr seg um at fáa fingrarnar niður í køkudeiggið – at royna tøknina fyri fáa innlit í hana – so kann í mongum førum eisini arbeiðast við talgildisbúgving uttan tøkni.
At ferðast á netinum
Til júst hetta arbeiðið uttan tøkni egnar tilfarið “At Ferðast á Netinum” hjá SSP seg serliga væl. Í seinna partinum greiddi Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, frá, hvussu hetta tilfarið ítøkiliga kann nýtast í undirvísingini, og síðan varð arbeitt við tilfarinum í bólkum. Tilfarið “At ferðast á netinum” er undirvísingartilfar, sum er samansett av 6 heftum við fylgjandi tættum:
- Ábyrgdarringarnir
Grundspurningur: Hvørjum hevur tú ábyrgd av á netinum? - Picture Perfect
Grundspurningur: Hvussu kunnu myndir verða viðgjørdar á teldu, og hvussu kann hetta fáa okkum at hugsa um okkara útsjónd? - Trygg loyniorð
Grundspurningur: Hvussu tryggjar eitt gott loyniorð tínar privatu upplýsingar? - Orð hava vald
Grundspurningur: Hvat skalt tú gera, tá onkur nýtir ljótan ella óunniligan málbúrð á internetinum? - Happing á netinum
Grundspurningur: Hvat er happing á netinum, og hvussu kann slík happing handfarast? - At finna javnvág í mínari miðlanýtslu
Grundspurningur: Hvat merkir miðlajavnvág fyri meg?
Tilfarið er væl úr hondum greitt og lætt at nýta í undirvísingini í ymiskum lærugreinum.
Skeiðini vórðu væl vitjað, og í eftirmetingunum varð víst á, at hetta var eitt sera áhugavert og viðkomandi evni at taka upp. Harumframt hildu luttakararnir tað vera frálíkt at fáa ítøkiligt tilfar at arbeiða við í undirvísingini.
Tilfarið liggur bæði á heimasíðuni hjá SSP og á snar.fo. Leinkið til tilfarið á snar er her:
Um at ferðast á netinum - Snar.fo
Ráðgevin
KT-ráðgevi
Jóhannus Mikkelsen
Týsdag og hósdag
johannus@nam.fo
+298 555177
KT-ráðgevi
André Frederiksberg Danielsen
Mánadag - fríggjadag
andre@nam.fo
+298 555170
KT-ráðgevi
Heini Reinert
Mánadag - fríggjadag
heini@provstovan.fo
+298 555174