Støddfrøði og náttúra/tøkni
Altjóða Pi-dagur
Hvat er so Pi?
Pi er lutfallið ímillum ummálið og tvørmálið á einum sirkli, tað merkir, at tekur tú allan sirkulin og býtir hann við tvørmálinum á sirklinum kemur tú til pi. Pi verður skrivað við grikska bókstavinum π sum er bókstavur nr. 21 í grikska stavraðnum.
Tað var grikkin og støddfrøðingurin Archimedes, sum livdi frá uml. 287 f. Kr. til uml. 212 f. Kr., sum roknaði seg fram til Pi.
Sum støddfrøðingur arbeiddi Archimedes leingi við lutfallinum ímillum ummálið á sirklinum og tvørmálið. Hann byrjaði við at konstruera ein líkasíðaðan sekskant inni í sirklinum. Archimedes setti síðurnar á sekskantinum til at vera líka langar sum ummálið á sirklinum. Hann var tó ikki heilt nøgdur, tí hetta var ikki nóg neyvt. Tí gjørdi hann sekskantin um til ein tólvkant og síðani til ein fýraogtjúgukant, og soleiðis arbeiddi hann seg fram til eitt pi, sum var heilt nær tí pi-i, sum vit kenna í dag .
Ráðgevin
Støddfrøði og Náttúra og tøkni
Bogi Otthamar
Ráðgevi í støddfrøði og náttúruvísindi
bogi@nam.fo
+298 555153