Trívnaður i fólkaskúlanum
Hava børn og ung undir 18 ár altíð rætt?
Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi
Vit kunnu eisini fegnast um, at nógv týdningarmikil fet eru gingin á leiðini at betra um rættindi hjá børnum og ungum í Føroyum. Og 28. mars í ár var aftur eitt fet tikið: Nemliga semjuskjalið, sum sigur, at Føroyar skulu vera tað besta staðið í heiminum at vaksa upp í, og at øll børn skulu hava tryggar og góðar karmar. Semjuskalið kann lesast her: Semjuskjal
Men hava børn og ung altíð rætt?Fyri 100 árum síðan var svarið ivaleyst einfaldari og sum oftast nei. Í dag er svarið tíbetur í størri mun ja. Ja, børn hava rætt til eitt heim, til at liva og mennast. Ja, børn hava rætt til at verða vird og vard. Børn hava rætt til, at tær avgerðir vit vaksnu taka, skulu vera tær, ið eru best fyri barnið. Ja, børn hava rætt til at verða hoyrd og siga sína meining um alt tað, ið viðkemur teimum. Og ja, børn hava rætt til upplýsing, til frítíð, at spæla og at hvíla seg. Og ja, børn hava rætt til at luttaka í mentunarligum og listarligum virksemi. Og soleiðis kundi eg hildið áfram, tí ja, sambært Barnarættindasáttmálanum, er tað nógv børn hava rætt til.
Frá sáttmála til praksis?
Vit kunnu eisini fegnast um, at tey allar flestu londini í heiminum hava á pappírinum bundið seg til halda Barnarættindasáttmálan. Men enn er langt á mál. Dagliga hoyra og síggja vit um børn og ung úti í heimi, sum liva í umstøðum, har tey mest grundleggjandi barnarættindini ikki verða vird, og har nógv beinleiðis lata lív orsakað av vitleysum vaksnum, sum hvørki tykjast virða barna- ella mannarættindi. Alt hetta hóast tey búgva og virka í londum, sum á pappírinum virða barnarættindi og hava samtykt altjóða Barnarættindasáttmálan.
Munnu hesi vaksnu, sum sita við avgerðunum í hesum londum, einaferð hava virt barnarættindi, og hava tey bara mist vitið í meldrinum av øðrum áhugamálum? Ella hendir hetta tí, at tað ofta lekur millum sáttmála og praksis? Kanska.... Kanska er tað ofta torført at gera tað, vit vaksnu veruliga ynskja. Og kanska er tað neyðugt, at vit vaksnu alla tíðina seta okkum sjálvi spurningin: Gera vit nú eisini tað, sum er okkara ábyrgd og sum vit siga, at vit gera?
Eitt amboð at tryggja rættin
Luttøkustigin hjá Roger Hart er eitt av amboðunum, sum kunnu brúkast, tá vit vaksnu skulu meta um, hvørt vit veruliga gera tað, sum er okkara ábyrgd sambært Barnarættindasáttmálanum. Og sambært hesum skulu vit upp á 4. trin, áðrenn vit veruliga kunnu tosa um at børn og ung verða hoyrd og fáa møguleika til veruliga ávirkan í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, sum eru ein av kjarnugreinunum í sáttmálanum.
Luttøkustigin hevur sambært sosiologinum Roger Hart 8 trin, og úr erva lýsir hann trinini soleiðis:
Trin 8: Børn og ung taka stigið og avgerðirnar verða tiknar saman við vaksnum. Hetta hendir, tá børn og ung fólk taka stig til eitt nú verkætlanir og mannagongdir, og avgerðirnar, ið verða tiknar í hesum sambandi, verða tiknar av børnum, ungum og vaksnum í felag. Hetta gevur børnum og ungum myndugleika, samstundis sum tey fáa atgongd til lívsroyndirnar og førleikarnar hjá vaksnum og kunnu læra av teimum.
Trin 7: Stigtakan og fyriskipan av børnum og ungum. Á hesum trininum snýr tað seg um, at børn og ung taka stig til eina verkætlan ellla eitt tiltak, skipa fyri henni, meðan tey vaksnu einans eru viðvirkandi sum stuðlar.
Trin 6: Tey vaksnu taka stig til eitt hvørt og avgerðirnar verða tiknar saman við børnum og ungum. Talan er um, at vaksin taka stig til eitt nú tiltøk, verkætlanir ella mannagongdir, og endaligu avgerðirnar verða tiknar saman við børnunum og teim ungu.
Trin 5: Ráðlagt og upplýst. Talan er um tá ið børn og ung ráðgeva um verkætlanir og tilgongdir, ið eru sniðgivnar av, og verða stýrdar av, vaksnum.
Trin 4: Upplýst men álagt. Her snýr tað seg um, at børn og ung hava fingið tillutaðan ein ávísan ítøkiligan leiklut og eru kunnað um, hví og hvussu tey eru inndrigin.
Trin 3: ”Tokenisma” ella symbolpolitikkur. Hetta er, tá ið børn og ung at síggja til hava fingið eina rødd, men har tey í roynd og veru lítla og onga ávirkan hava á, hvat tey gera, ella hvussu tey luttaka.
Trin 2: Prýði. Talan er um, at børn og ung verða brúkt at styðja eini søk á óbeinleiðis hátt, hóast tey vaksnu opið ikki hava tikið børnini og tey ungu við upp á ráð.
Trin 1: Manipulatión. Talan er um manipulatión, tá ið vaksin fólk brúka børn og ung fólk til at stuðla teirra málum og látast sum um, at íblástur ella hugskot er komið frá børnunum og teim ungu.
Tíbetur eru dømi um verkætlanir, tiltøk og virksemi, sum kunnu sigast at vera á trin 4 ella hægri, bæði her á landi og úti í heimi, og saman er tað ivaleyst ábyrgdin hjá okkum vaksnu at tryggja at enn fleiri koma, soleiðis at vit, tá vit í 2024 skriva 20. november aftur kunnu feiðra enn fleiri fet á leiðini at menna, tryggja og styrkja barnarættindi her á landi og úti í heimi.
Ráðgevin
Trivnaðarráðgevi í fólkaskúlanum
Tóra Petersen
Mánadag - fríggjadag
torap@nam.fo
+298 555184