Bett Show og vitlíki í London
08.02.2024
Hvørt ár er undirvísingarlig sølustevna í London, har tað nýggjasta innan talgilda tøkni verður sýnt fram. Harumframt eru fyrilestrar og høvið hjá lærarum at hitta starvsfelagar úr 130 londum. Stevnan, sum kallast British Educational Training and Technology Show, stytt BETT, hevur verið hildin síðan 1985. Í ár var evnið vitlíki. Samstundis hava øll ES londini samtykt lóg um vitlíki og hvussu tað skal handfarast í limalondunum. Í hesum sambandi hevur Kringvarpið havt samrøður við fólk, sum vóru á ráðstevnuni, og skúlastjórar í landinum annars.
Her ber til at hoyra prát við KT ráðgeva í Námi
Her ber til at hoyra prát við tveir skúlastjórar
ES-limalondini hava samtykt eina lóg, "The artificial intellegent act".