IntoWords nýtt snið á Snar

29.08.2023
Umframt leiðbeining at brúka IntoWords, eru eisini ymiskar leiðbeiningar á síðuni.
Greitt verður í stuttum frá IntoWords, og hvat forritið kann brúkast til.
Á síðuni eru fýra undirpunkt:
- Prísir og bílegging
- Vegleiðingar
- Installatión
- CD-orð
Nám umsitur føroysku útgávuna av forritinum IntoWords
Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð til at lesa og skriva.
Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum.
Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir.