Ráðgevar fingið síðu á Snar

08.11.2022
Síðan hjá ráðgevunum liggur í valbjálkanum ovast á Snar, og hevur netbústaðin snar.fo/radgeving.
Á forsíðuni eru greinar hjá øllum ráðgevunum samlaðar, og hvør ráðgevi hevur eisini sína undirsíðu.
Heimsíðan Ráðgeving »
Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.
Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.
Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.