Temasíða um Hammershaimb

01.03.2019
Tað er í hesum sambandi at Snar hevur gjørt hesa temasíðu um Hammershaimb.
Her sæst m.a. hvussu Vestmanna skúli heldur dagin, og vit fáa eitt boð frá Sólvá Jónsdóttir, námsráðgeva í Námi, um hvønn týdning skriftmálið hjá Hammershaimb fekk, tá vit fyrstu fer sóu tað í 1846. - Høvdu vit ikki í tøkum tíma fingið eitt skriftmál, tosaðu vit neyvan føroyskt í Føroyum í dag, sigur hon á temasíðuni hjá Snar.
Temasíðan er fyrst og fremst til hádeild fólkaskúlans í móðurmálsundirvísing og søgu.