Tvey nýggj Hey!-hefti

04.03.2024
Lydia Didriksen hevur skrivað Hey!-heftið við heitinum Matur og mentan, og Birgit Arge hevur skrivað Hey!-serheftið við heitinum Høgtíðir og merkisdagar. Hannis Egholm hevur myndprýtt bæði heftini.
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Heftið snýr seg um føroyskan mat í sambandi við veitslu og siðir í sambandi við veitslur.