Skip to main content

sBøkurnar fáa nýtt snið

23.02.2022

Nú kemur ein nýggj útgáva av sBókini. Í viku 12 (21.-25. mars) skifta sBøkurnar snið og fáa nýggjar og betri funktiónir. Tá ið tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú boðin við á eina rundferð at síggja, hvat er broytt í sBókini.

Á nógvar mátar er talan um sama snið, sum tú kennir frammanundan – bara meira nútímans, snildari og lættari at brúka. Í nýggja sniðinum er høvuðsdentur lagdur á, at sBókin skal vera brúkaravinarlig, atkomilig og hava møguleika at gera persónligar tillagingar. Alt fyri at skapa bestu treytir fyri læring.

Tak niður PDF-fílu um broytingarnar í SBókini