Teldutalan í sBókunum lesur ikki føroyskt
Tá ið tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú boðin við á eina rundferð at síggja, hvat er broytt í sBókini.
Í høvuðsheitum er talan um sama snið, sum tú kennir frammanundan – bara meira nútímans, snildari og lættari at brúka. Í nýggja sniðinum er høvuðsdentur lagdur á, at sBókin skal vera brúkaravinarlig, atkomilig og hava møguleika at gera persónligar tillagingar. Alt fyri at skapa bestu treytir fyri læring.
Samstundis, sum at sBókapallurin hevur fingið nýtt snið, er innbygda teldutalan skift út við nýggjari og betri tøkni - Amazon Polly. Men hóast tøknin er betri, so dugir Amazon Polly ikki at lesa føroyskt. Vit arbeiða við at loysa hendan trupulleikan og vóna, at tað ikki tekur alt ov langa tíð at fáa føroyskt inn.
Meðan vit bíða eftir, at føroyska málið verður innbygt, ber til at brúka IntoWords og CD-ord.