Skip to main content

Nýtt tema á Snar

12.10.2016

Heystið er ein gáva til skúlan

Helst munnu flestu lærarar hava brúkt heystið sum tema í undirvísingini í fólkaskúlanum. Við ítøkiligum fyribrigdum, sum at taka upp epli og at fletta, er evnið heyst upplagt at brúka í fleiri lærugreinum.

Tað kann vera í heimstaðarlæru, heimkunnleika, føroyskum, náttúru og tøkni, og lívfrøði. Fá evni eru so hóskilig sum heystið at brúka í tvørgreinaligum arbeiði. Ein natúrlig progressión kann eisini verða løgd í evnið, frá at seta niður epli, sum sæst á filmi á hesi temasíðu, til tey lívfrøðiligu viðurskfiti, sum skulu til, um nakað skal grógva.

Tann ítøkiligi veruleiki, at tað, sum vit sáa og seta niður, skal takast upp um heystið og etast, er ein gáva til undirvísingina.

Sama er, tá ein kúgv verður skotin og flett. Er tað ov ógvusligt at síggja og vísa øðrum, at dýrið bløðir, tá tað verður slaktað?

Við einfaldari tøkni, sum einari fartelefon, kunnu vit fylgja gongdini frá byrjan til enda, og taka myndir og film, sum við talu kunnu siga øðrum, hvussu alt fór fram. Við hesum seinasta í huga, eru stuttu filmsbrotini gjørd.

Umframt uppskot um stutt undirvísingarevni, har heystið og strembanin eftir at fáa mat á borðið er kjarnin, er eisini ein bókalisti, sum vísir, hvat Nám hevur av tilfari um heystið.

Her er temasíðan: snar.fo/heyst/