Ritstjóri til Nám
Starvið verður sett 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt.
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, Office 365, og gevur út undirvísingartilfar. Útgávudeildin, sum ritstjórin er ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.
Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:
- at finna og ritstjórna tilfar, fyrst og fremst tilfar til føroyskt sum annaðmál
- at rættlesa og vegleiða rithøvund/týðara
- at samskifta við onnur starvsfólk og skúlar um arbeiðið við útgávuni.
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
- útbúgving frá hægri lærustovni
- undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi
- góðan kunnleika um føroyskt sum annaðmál
- góðan telduførleika
- góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum, enskum og týskum
- góð samstarvsevni og góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakligar karmar.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella við telduposti á sigfridur@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. mars 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.