Skip to main content

Ritstjóri til Nám

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • gera tilmæli til føroyskar útgávur við støði í gransking og rákum innan útgávuvirksemi í Føroyum og í londunum kring okkum
  • leiða útgávuverkætlanir til føroyska skúlaverkið. Talan er bæði um pappírsútgávur og talgilt tilfar
  • ritstjórna og greiða tilfar til útgávu
  • rættlesa og vegleiða høvundar og týðarar
  • samstarva og samskifta við viðkomandi samstarvspartar, bæði innanhýsis og uttanhýsis, herundir ráðgeva í viðkomandi undirvísingarligum og fyrisitingarligum spurningum.

Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni á BA- ella MA-stigi ella samsvarandi, umframt undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi. Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:

  • áhuga fyri didaktikki og fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
  • sera góðan málførleika í føroyskum og góðan málførleika í donskum og enskum
  • góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir innan undirvísingartilfar.

Skeið ella starvsroyndir við verkætlanarleiðslu kunnu vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólvá Jónsdóttur, deildarleiðara, á tel. 555 158 ella við telduposti á solva@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.

Onnur tíðindi

20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
20.08.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Les meira
14.08.2026

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Les meira
03.06.2026

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira