Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Eysturoyartunnilin í miðdeild

07.12.2020

Eysturoyartunnilin er liðugur og komin á føroyakortið. Her er ein undirvísingargongd til næmingar í miðdeild í fólkaskúlanum.

Í jólastákanini hava vit savnað nakarar spurningar til heimstaðarlæru í yngstu flokkunum, náttúru og tøkni í miðdeild, og í støddfrøði og landafrøði í hádeild at arbeiða við í flokkinum, nú Eysturoyartunnilin er liðugur og Føroyakortið er dagført samsvarandi.

Lærarin velur og stýrir spurningunum, ið eru at rokna sum hugarok í felag, har høvuðsdenturin verður lagdur á, hvønn týdning nýggi undirsjóvartunnilin kann metast at fáa bæði persónliga og fyri økið, har tit búgva.

 

Náttúra og tøkni í miðdeild

1. Vit hyggja at nýggja Føroyakortinum 

2. Hvussu langt ber til at koyra í bili í longsta lagi?

Landsverk sigur, hvussu langt er millum støð í Føroyum.

3. Skiftið orð í flokkinum um nyttuna í einum nýggjum tunnli. Takið við í kjakið, at Streymoy og Eysturoy frammanundan eru knýttar saman. Hvønn mun ger nýggi undirsjóvartunnilin?

4. Nú skalt tú koyra úr Hoyvík til Klaksvíkar. Hvussu nógv er túrurin styttur í mun til fyrr, eftir at Eysturoyartunnilin er tikin í brúk, mált í kilometrum og minuttum?

5. Vit leita á netinum:

  a) Millum hvørjar bygdir varð fyrsti vegur í Føroyum gjørdur?

  b) Leitið á netinum og finnið fyrsti bilin, sum kom til Føroya. Nær kom hann?

  c) Hvørjar oyggjar í Føroyum vóru tær fyrstu, at verða bundnar saman, so koyrast kundi millum tær?

  d) Hvør var fyrsti føroyski tunnil, sum koyrast kundi ígjøgnum?

  e) Ein oyggj hevur serliga nógvar tunnlar. Hvør er tann oyggin?

  f) Hvør var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum?

 

Far ein túr gjøgnum tunnilin