Eysturoyartunnilin í yngstu flokkunum
07.12.2020
Í jólastákanini hava vit savnað nakarar spurningar til heimstaðarlæru í yngstu flokkunum, náttúru og tøkni í miðdeild, og í støddfrøði og landafrøði í hádeild at arbeiða við í flokkinum, nú Eysturoyartunnilin er liðugur og Føroyakortið er dagført samsvarandi.
Lærarin velur og stýrir spurningunum, ið eru at rokna sum hugarok í felag, har høvuðsdenturin verður lagdur á, hvønn týdning nýggi undirsjóvartunnilin kann metast at fáa persónliga fyri teg og fyri økið, har tit búgva.
Heimstaðarlæra í yngstu flokkunum
Vit hyggja eftir nýggja Føroyakortinum
a) Hvar býrt tú?
b) Hvussu langt er áleið frá djúpasta dýpinum til hægsta fjallið?
Vit hyggja á heimasíðuni hjá Landsverki, hvussu langt er millum býir og bygdir
Vit tosa í flokkinum um tunnlar.
- Hví hava vit tunnlar og hvørja nyttu gera teir?
- Hvør var fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum?
- Hygg at einum minutti, har Snartoymið koyrir gjøgnum Eysturoyartunnilin
- Hvørjum tunnlum hevur tú kort í?