Skip to main content

HM í Russlandi á Snar

18.06.2018

Tema um HM og Russland

Undirvísingarportalurin Snar hevur hesa vikuna kunngjørt eitt nýtt evni til skúlabrúks. Tað er fótbóltur og landið Russland, har heimsins fremsta fótbóltskapping verður hildin.

Umframt fótbóltsyvirlit er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva, og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum.

Á nýggju temasíðuni verður farið gjøgnum HM-søguna síðan 1930, tá Uruguai varð fyrsti heimsmeistari og framm til 2014, tá Brasil skipaði fyri endaspælinum og Týskland vann. Fyri fyrstu ferð var einki Norðurland við í endaspælinum. Í undanspælinum fingu Føroyar 1 stig. Sum skilst verður HM-endaspælið á Snar lýst úr einum føroyskum sjónarhorni.