Skip to main content

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók

Høvundur :

Ejvind Flensted-Jensen, Poul Hanghøj, Henning Henriksen, Poul Thomsen,

Price :

<p>78.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3956/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Lærubókin er prýdd við litføgrum og skemtiligum myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum, sum ger tilfarið viðkomandi og áhugavert. Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næmingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini.

Námsfrøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. Nógvu royndirnar og uppgávurnar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávusvar. Høvuðsevnini í Alsifrøði og evnafrøði 1 eru: Vit og umheimurin, el í gerandisdegnum og luft og vatn. »Alisfrøði og evnafrøði 1« er fyrsta bókaheildin í eini lærubókarøð í alisfrøði og evnafrøði ætlað 7., 8. og 9. flokki fólkaskúlans.

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Næmingabók