Skip to main content

Traditional music in the Faroe Islands

Kvæði, vísur, tættir, kingosálmar og skjaldur

Høvundur :

Føroya Skúlabókagrunnur,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi og mentan føroyinga. Í bókini Alfagurt ljóðar mín tunga verður gjølliga greitt frá dansi, kvæðum, vísum, táttum, kingosálmum og skjaldrum. Greitt verður eisini frá teimum ymsu tónleikasløgunum. Bæði tekstur og nótar til kvæðið, vísuna, táttin, kingosálmarnar og skjaldrini, sum eru á fløguni og ljóðbandinum, eru við í bókini. Permumyndina hevur Tróndur Patursson gjørt, sama mynd er um fløguna og ljóðbandið, og myndin fæst eisini sum plakat. Undirvísingartilfarið kann eins væl nýtast í tónleikatímunum. Sheila Arnskov hevur týtt ensku útgávuna, ið nú kann koma útlendingum til góðar.

Traditional music in the Faroe Islands
Traditional music in the Faroe Islands