Skip to main content

Kunning í sambandi við jólakalendaran hjá Kringvarpinum

Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um jólakalendaran hjá Kringvarpinum. Uppgávan hjá Námi hevur verið at gera undirvísingartilfar til jólakalendaran. Í Námi hava vit serliga lagt okkum eftir at gera tilfar til 6. flokk, men halda tó, at nógvar av uppgávunum eisini kunnu brúkast bæði í 5. og í 7. flokki. 

Tit kunnu lurta eftir jólakalendaranum í barnaútvarpinum hvønn morgun kl. 7.15, men parturin liggur eisini á heimasíðuni hjá KvF, kvf.fo/vit/fornt. Á snar.fo er ein síða gjørd, har allar uppgávurnar til jólakalendaran liggja, snar.fo/fornt.

Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær hóska til hvønn partin sær, tó eru uppgávurnar til seinastu seks partarnar lagdar saman, soleiðis at arbeiðið við teimum verður gjørt, tá ið næmingarnir hava hoyrt seks teir seinastu partarnar.

Jólakalendarin verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandisdag frá 1/12 til 24/12. Hetta hevur við sær, at møguleiki er ikki at arbeiða við seinastu pørtunum í skúlatíðini í desembur, tí øll eru farin í jólafrí. Men møguleiki er at arbeiða við tilfarinum fram til páskirnar. Tá liggja allir partarnir til jólakalendaran tøkir á kvf.fo/vit/fornt, og allar uppgávurnar liggja á snar.fo/fornt. Sigast skal, at søgan er ikki jólalig, og tí ber væl til at arbeiða við tilfarinum eftir jól.

Ein lúka verður at lata upp hvønn dag. Innanfyri lúkuna liggja uppgávurnar sum pdf at skriva út. Vit mæla til at hava pappír at skriva á tókt og mappu at goyma uppgávurnar í.

Av tí, at møguleiki ikki er til stórvegis fyrireiking til uppgávurnar, kunna vit eitt sindur um, hvørjar lærugreinar vit hava gjørt uppgávur til, og hvat tørvur er á at hava við hondina til hvønn partin.

Vit hava býtt uppgávurnar út á lærugreinar, men sjálvandi er møguleiki at arbeiða tvørgreinaligt ella í øðrum lærugreinum, enn vit skjóta upp.  

Eru onkur ivamál, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til Marjun Ziskason, 555164, marjun@nam.fo ella Gunvá Magnussen, 555166, gunva@nam.fo   

 

Jólakalendarin 2020, Fornt, á snar.fo

Uppgávur: Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen

Rokinuppgávur: Katrin Gullbein

snar.fo/fornt: Rói Joensen

Uppseting: AnniJanni

©Nám 2020

Góðan arbeiðshug

 

1. partur, týsdagin 1. des.

Lærugreinar: føroyskt og náttúra og tøkni

Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

Næmingarnir hava brúk fyri Navnabókini, Navnabókin finst ikki teldutøk.

 

2. partur, mikdagin 2. des.

Lærugreinar: føroyskt og heimkunnleiki

Heimkunnleiki: Her fáa tit tilfarslistar, so tit hava møguleika at keypa inn.

              Kjøtfrikadellur

              Tilfar til uml. 8 frikadellur

              500 g av malnum kjøti

             1 leyk

             1 egg

             1 dl av rugmjøli

             ½ tsk. av salti

              ¼ tsk. av pipari

              Møguliga 1 dl av vatni

              Margarin at steikja í.

 

             Eplamos

             Tilfar

             1 kg av eplum

             1 l av vatni

             2 dl av mjólk

             20 g av smøri

             ½ tsk. av salti

             ¼ tsk. av pipari

           

           Pitsa

           Pitsadeiggj

           25 g av geri

           1 ½ dl av flógvum vatni

            2 spsk. av olivinolju

            ½  tsk. av salti

            275 g av hveitimjøli

 

            Fylla

            400 g av malnum kjøti

            2 leykir

            2 dl av tomatketsjupp

            1 tsk. av salti

            ½ tsk. av pipari

             ¼ tsk. av  timiani

             ¼ tsk. av oregano

             200 g av rivnum osti

 

3. partur, hósdagin 3. des.

Lærugreinar: føroyskt, søga og náttúra og tøkni.

              Søga/Føroyskt: Uppgávan kann gerast bæði í søgu og í føroyskum. Næmingarnir mugu

              hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

              Føroyskt/Íslendskt/Danskt/Enskt: Ein uppgáva er, har næmingarnir skulu lesa ein stuttan tekst

              á øllum fýra málunum og samanbera tekstirnar.

 

4. partur, fríggjadagin 4. des.

Lærugreinar: føroyskt, náttúra og tøkni og evning.

Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

Evning: Gott pappír at tekna á og litblýantar.

 

5. partur, mánadagin 7. des.

Lærugreinar: føroyskt, rokning, evning og ítróttur.

              Evning: Gott pappír at tekna á og litblýantar.

              Ítróttur: Fara at dyppa, so næmingarnir mugu vera klárir til tað. Nakrir spurningar eru um at

              dyppa, so næmingarnir skulu eisini skriva.

 

6. partur, týsdagin 8. des.

Lærugreinar: føroyskt og evning.

Fara at spæla Kahoot, so næmingarnir mugu hava fartelefonina við.

Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

 

7. partur, mikudagin 9. des.

Lærugreinar: føroyskt, søga, evning og náttúra og tøkni.

Føroyskt/søga/evning: Eina uppgávan kann gerast í hesum trimum lærugreinunum. Gott pappír at tekna á og litblýantar. Gera eina teknirøð.

Náttúra og tøkni: Heimsatlas ella Atlas til heim og skúla verður brúkt til uppgávuna. Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

 

8. partur, hósdagin 10. des.

Lærugrein: føroyskt/kristni.

Føroyskt/Kristni: Uppgávurnar kunnu gerast bæði í føroyskum og í kristni.

 

9. partur, fríggjadagin 11. des.

Lærugreinar: føroyskt, evning, náttúra og tøkni og rokning.

Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið til onkran av spurningunum.

Evning: Næmingarnir skulu gera eina límmynd. Onkur hugskot eru í bókini Myndlist.

Náttúra og tøkni: Næmingarnir skulu brúka Heimsatlas ella Atlas til heim og skúla.

      

10. partur, mánadagin 14. des.

Lærugreinar: søga, føroyskt og náttúra og tøkni.

Søga: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

 

11. partur, týsdagin 15. des.

Lærugrein: føroyskt.

Fara at spæla Kahoot, so næmingarnir mugu hava fartelefonina við.

 

12. partur, mikudagin 16. des.

Lærugreinar: føroyskt, heimkunnleiki og ítróttur.

Føroyskt: Næmingarnir mugu hava atgongd til netið at kanna onkran av spurningunum.

Ítróttur: Tit mugu hava møguleika at lurta eftir einum sangi í Fornt.

Heimkunnleiki: Her fáa tit tilfarslista, so tit hava møguleika at keypa inn.

Abbasaskegg

300 g av sukri

250 g av margarini

4 eggjareyðar

400 g av hveitimjøli

1 tsk. av bakipulvuri

1 ½ dl av mjólk

 

Ímillum

4 spsk. av súltutoyi

 

Omaná

4 eggjahvítar

200 g av sukri