Rættskriving
Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina Føroysk rættskriving, 4. skúlaár eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær rættskrivingarreglur, ið mesti tørvur tykir vera á hjá børnunum at læra í miðdeild fólkaskúlans.
Á bókini eru 31 tímar. Innihaldsliga er hon býtt í trý evni: fyrisagnir, ljóðlæru og rættskriving. Fyrisagnirnar eru 11 í tali. Á ljóðlæru verður arbeitt við umljóði. Rættskrivingarvenjingar eru t.d.: útfyllingarstykki og uppgávur, tá ið arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, kynunum og føllunum. Eisini eru orðvenjingar, har ið sligið verður upp í leitorðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftast í bókini. Harumframt eru stílaevni. Á triðja parti hevur Gunnvør Joensen gjørt uppskot til fjølbroyttar eykauppgávur, sum geva næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði. Aftast í bókini eru rættskrivingarreglur og leitorðalisti. Á bókini eru nógvar myndir, sum Herálvur Jacobsen, lærari, hevur teknað. Olivur við Neyst teknaði permumyndina.