Skip to main content

Relativitetsástøði

Høvundur :

Pól Jespersen,

Price :

<p>68.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3562/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Um aldaskiftið 1900 var granskarum greitt, at klassisk alisfrøði var komin til eitt vegamót. Tvær skakandi kollveltingar, sum síðan hava merkt alisfrøðina, vóru á veg. Tann fyrra var relativitetsástøðið, og hin seinna var kvantulæran.
Bókin er ætlað sum serevnalesnaður í alisfrøði í studentaskúlunum, har ið næmingar á hástigi plaga at lesa tvey ástøðilig evni.

Relativitetsástøðið var í tveimum. Serliga relativitetsástøðið sá dagsins ljós í 1905 og almenna relativitetsástøðið í 1916. Bókin viðger serliga relativitetsástøðið, men almenna ástøðið verður tó umrøtt í stuttum. Sambært relativitetsástøðinum er t.d. klassiska fatanin av tíð og rúmi ikki røtt. Longd er ikki bara longd - tað veldst um, hvørjari skipan eygleiðarin er í. Hugtakið longd er tískil ikki longur absolutt. Sama er við tíðarbilum. Tað, sum ein eygleiðari mátar at vara ávísa tíð, mátar ein annar at vara longur ella styttri - tað veldst alt um skipanina. Sjálvt tað, at tvær hendingar henda samstundis, er relativt. Tað, sum ein eygleiðari heldur vera samstundis, heldur ein annar eygleiðari ikki vera samstundis. Bókin er ætlað sum serevnalesnaður í alisfrøði í studentaskúlunum, har ið næmingar á hástigi plaga at lesa tvey ástøðilig evni. Í mong ár hevur annað evnið verið relativitetsástøði Einsteins. Bókin kann vónandi eisini vera til gagns hjá fólki annars, sum hava áhuga fyri hesum evni.

Relativitetsástøði
Relativitetsástøði
  • 68.00 kr.

    Keyp útgávuna