Ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurningar, upplestur við native speakers og sjónbandaupptøkur við serfrøðingum í ymsu evnunum.
Teksturin hevur fimm yvirskipað evni, sum øll viðgera ungdómslív og sjálvsmynd teirra ungu: Food, Football, Gaming, Drinking, Branding.
Pre-reading uppgávur, tekstafatan og post-reading uppgávur seta tekstirnar í eitt størri høpi. Tvørfakligu uppgávurnar viðgera tekstirnar í samfelagsligum sjónarhorni. Harumframt eru ymiskir greiningarfrymlar til ymisku tekstasløgini.
Tekstirnir hava ymisk torleikastig og kunnu verða lisnir frá fyrsta ári á miðnámi.
180 samvirknar uppgávur | 140 ljóðfílur | 30 sjónbandaupptøkur | 110 uppgávur | 16 myndir |1500 orðafrágreiðingar | 180 síður | eBók