Treytir í sambandi við keyp og nýtslugjald
Almennar treytir:
Uttan so, at annað er skrivliga avtalað partanna millum, verða treytirnar niðanfyri nýttar.
Fyrivarni verður tikið fyri misprenti, prís- og kursbroytingum eins og broytingum í vørunavnalýsingunum, t.e. specifikatiónunum.
Gjalding
Privatfólk gjalda við gjaldskorti á heimasíðuni. Pengarnir verða ikki tiknir av kontu tínari, fyrr enn bíleggingin er avgreidd. Tá keypt verður við gjaldskorti, verða pengarnir fluttir gjøgnum eitt SSL-samband. SSL er ein trygdarskipan, sum bronglar upplýsingarnar á gjaldskortinum, soleiðis at tær eru ólesiligar hjá óviðkomandi persónum. Upplýsingarnar verða bert brúktar til at fáa gjaldið góðkent hjá gjaldstænastuni Clearhouse..
Eitt viðskiftagjald á 2,75% verður kraft av hvørjum keypið.
Allir almennir stovnar fáa elektroniskan faktura sendandi. Tað krevur tó, at vit kenna EAN-nummarið. Tað ber til at skriva upplýsingar um EAN inn á bíleggingarsíðu okkara. Verður EAN-nr. ikki brúkt í sambandi við at goldið verður, fáa útbúgvingarstovnar og aðrir almennir stovnar bílagda tilfarið sendandi saman við einum faktura, ið skal gjaldast, áðrenn 14 dagar eru lidnir.
Útflýggjan av bílagdari vøru
Beint sum bíleggingin er viðgjørd, fært tú ein eLykil sendandi við teldupostinum. Við honum fært tú atgongd til sBøkur ella eBøkur.
Klaga
Sambært keypilógini hevur tú rætt til at klaga upp til tvey ár, eftir at tú hevur fingið vøruna. Skuldi tú fingið eina vøru, sum ikki svarar til bílegging tína, ella sum er skadd, tá hon kemur fram, taka vit sjálvandi vøruna inn aftur. Vit gjalda allan eykakostnað í sambandi við aftursendingina.
Hevur ein vøra feilir ella brek, sum ikki eru komin av vanligum sliti, skalt tú ringja til okkara á tlf. nr. (+298) 755150. So lata vit tær ein aftursendingarseðil, sum tú skalt fylla út og seta á pakkan, tá tú sendir vøruna aftur. Tá ið vøran er komin fram til okkara, senda vit annaðhvørt nýggja vøru, ella gjalda tær aftur tað, sum vøran kostaði.
Teldutænasta
Tørvar tær vegleiðing í sambandi við elektronisku útgávur okkara, finnur tú hana kanska her: sbok.sbok.nam.fo/
Um ikki, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. nr. (+298) 755150.
Aftursendingarrættur
Skuldi tú av onkrari grund ikki verið nøgd/-ur við tær vørur, sum tú hevur keypt frá Námi, hevur tú rætt til at senda tær aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur fingið tær. Treytirnar fyri, at vøran kann sendast aftur, eru, at hon er óbrúkt og í slíkum standi, at hon framvegis kann seljast.
Er talan um vevsíður, sBøkur og eBøkur, eru treytirnar fyri, at tú kanst senda vøruna aftur, at eLykilin, sum hoyrir til, enn ikki er virktur.
Vørurnar skulu sendast aftur til hesa adressuna:
Rokningin ella avrit av rokningini skal fylgja við vørunum, tá ið tú sendir tær aftur. Um bert ein partur av bíløgdu vørunum verður aftursendur, skal tað tilskilast týðiliga á rokningini.
Postgjaldið liggur á tær, og tað er tín ábyrgd, at vøran kemur heilskapað fram. Tryggast er at senda vørur aftur sum pakkapost, tí tá fært tú eina kvittan frá postverkinum.
Er vøran goldin við gjaldskorti, senda vit pengarnar aftur inn á ta kontuna, sum gjaldið varð flutt frá, tá ið bílagt varð. Pengarnir verða á kontuni uml. 14 dagar eftir, at vit hava fingið vøruna aftur. Hevur tú sent vørur aftur vegna skúla tín, verður skúlans konta góðskrivað.
Sum kundi hevur tú annars tey rættindi, ið standa í brúkaraavtalulógini.
Kunning um møguleikan at klaga
Ynskir tú at klaga um eina vøru ella eina tænastu, sum tú hevur keypt frá okkum, kanst tú senda klaguna til hesa adressuna:
Brúkaraumboðið,
Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn
Tú kanst eisini klaga til Brúkaraumboðið á heimasíðu teirra.
Tá ið tú setur fram klagu, skalt tú tilskila teldupostadressu okkara, nam@nam.fo .
Treytir við nýtsluloyvum
Keypir tú eitt nýtsluloyvi, skalt tað virkjast, áðrenn eitt ár er umliðið. Nýtsluloyvi, sum ikki eru virkt ársdagin eftir, at tey eru keypt, verða frá sama degi sett úr gildi.
Skilmarkan av orðinum nýtsluloyvi
Við nýtsluloyvi meinast tann rætturin, sum Nám veitir kundanum til at sleppa inn um netið at nýta tær vørur, sum hann hevur keypt sær rættindi til.
Hvat nýtsluloyvi fevnir um
Tá loyvistakari hevur fingið omanfyristandandi loyvistreytir og hevur goldið kravdu loyvisavgjøldini, fær hann rætt til at brúka tað, sum er heft at keypta loyvinum. Hann fær ein nýtslurætt, sum er tíðaravmarkaður og uttan einkarætt, og sum ikki kann latast víðari til onnur. Harumframt fær keypari í samsvari við treytirnar atgongd til dagføringar, so hvørt, sum tær verða gjørdar.
Tey einastu, sum hava rætt til at brúka loyvishefta tilfarið, eru tann brúkarin ella teir brúkararnir, sum í samsvari við omanfyrinevndu treytir hava fingið loyniorð/atlát frá Nám. Keypari hevur ikki loyvi til at geva øðrum atgongd um nettænastur, alnet, innannet ella á annan hátt til tað tilfarið, sum er knýtt at loyvinum. Ei heldur hevur keypari loyvi at geva øðrum atlát, sum hann hevur fingið frá Nám. Ein brúkari kann bert rita inn á tilfarið, sum hann hevur nýtsluloyvi til, við eini teldu í senn. Er loyvistakari eitt virki, ein almennur ella privatur stovnur, eitt felag e.a.t., hevur viðkomandi heldur ikki rætt til at geva øðrum starvsfeløgum atgongd til loyvishefta tilfarið um nettænastur, alnet og innannet ella upp á nakran annan máta. Loyvistakari kann ikki geva tað atlátið víðari, sum hann hevur fingið frá Námi. Nýtslurætt til tilfarið hava bert teir brúkarar og starvsfelagar hjá loyvistakara, sum sjálvir hava fingið atlát frá Námi.
Tað er skyldan hjá loyvistakara at syrgja fyri, at brúkarar og starvsfelagar hansara eru kunnaðir um hesar loyvistreytir, og at teir virða bæði treytirnar og upphavsrættindini hjá Námi.
Nám hevur – nær tað skal vera – rætt til at kanna eftir, um omanfyri nevndu treytir verða virdar.
Dagføring
Tilfarið, sum tú kanst keypa nýtsluloyvi til frá Nám, verður dagført við jøvnum millumbilum.
Rættindi
Nám hevur upphavsrættindi og øll onnur rættindi til loyvistongt tilfar. Loyvistakari skal virða rættindini hjá Forlagnum, og verða rættindini ikki vird, eitt nú um óviðkomandi fáa atgongd til tilfar, sum loyvistakari hevur keypt loyvi til, liggur ábyrgdin á honum.
Loyvistakari hevur ikki rætt til at bróta ella broyta trygdarkotur ella í aðrar mátar at gera broytingar í tí tilfari, sum keypta loyvið fevnir um.
Avritan
Avritan og onnur endurgeving av hesum verki ella verkapørtum er bert loyvd eftir reglunum í galdandi lóg um upphavstrættindi ella innan fyri karmarnar av eini avtalu við Fjølrit. Til alla aðra úrnýtslu krevst skrivlig avtala við Nám.
Ábyrgd og endurgjald
Tilfar, sum loyvi verður bílagt til, verður latið keypara, sum tað er, uttan nakað slag av garanti.Nám strembar eftir, at feilir í innihaldi og ógreið viðurskifti verða rættað, so hvørt, sum vit varnast tey.
Nám stendur ikki loyvistakara til svars fyri óbeinleiðis skaðar ella fylgiskaðar í sambandi við nýtsluna av tilfarinum, sum loyvistakari hevur keypt loyvi til.
Force majeur
Hvørgin av pørtunum hevur ábyrgd mótvegis hinum, tá óvæntaðar og ótemiligar forðingar (force majeur) koma fyri hjá øðrum partinum ella hjá útvegara hansara.
Uppsøgn og afturtøka av veittum loyvi
Veitt loyvi er galdandi, inn til tað sambært avtalu á keypsdegnum gongur út. Um onnur serlig avtala ikki er gjørd, er tað fyri loyvi, ið verða goldin í avdrøgum, galdandi, at báðir partar kunnnu siga tey upp í seinasta lagi ein mánað, áðrenn næsta gjald fellur sambært avtalu partanna millum.
Um loyvistakari ikki hevur fylgt treytunum, hevur Nám rætt til at taka veitta loyvið aftur uttan ávaring og frá dags degi.
Avhending av loyvi
Loyvistakari hevur ikki rætt til at lata øðrum nýtslurættin til loyvishefta tilfarið. Hann hevur ikki rætt til at leiga ella lána nýtslurættin út ella á annan hátt lata øðrum hann upp í hendur.