Skip to main content

Um Myndatema

Myndatema  er ein talgild orðabók á 30 málum við myndum, teksti og ljóði skipað í evnum (tema). Myndatema er ætlað at stuðla málsligum virksemi á dagstovni og málsligum arbeiði hjá børnum, ungum og vaksnum í skúla og heima. Tilfarið fevnir um grundleggjandi orðfeingi, higartil navnorð og nøkur lýsingarorð. 

Myndatema hevur ymiskar møguleikar, sum kunnu gagna tilgongdini at læra mál, t.d. fleiri myndir at lýsa sama orð, møguleikar at velja óbundna kenniorðið (ein, eitt) aftur at navnorðunum og at prenta út.  Eisini ber til at velja orð burturúr og gera serstøk orðasøvn til ymiskt brúk. 

Norðurlendskt samstarv

National Center for Multicultural Education (NAFO) hjá OsloMet – Olso Metropolitan University í Noregi stendur fyri Myndatema í samstarvi við Institutet för språk och folkminnen (Isof) í Svøríki, Center of Language and Literacy í Íslandi og National Videncenter for Læsning (NVL) í Danmark. Allir fýra stovnarnir arbeiða við at styrkja málførleikar hjá børnum, ungum og vaksnum. 

Á Myndatema ber til at navigera á seks ymiskum málum:

Afturboðan
Myndatema verður støðugt ment og fleiri mál løgd afturat. Finnur tú villur, ella saknar tú okkurt, ber til at seta seg í samband við nam@nam.fo 

Myndatema

Heimasíðan er her