Skip to main content

Um nótakoyrikortið:

Frálærutilfarð:

Netbók

Netbók: Nótakoyrikort 1. Les og spæl nótar. Syng og dansa

Í netbókini eru nótar, sangir, vísur, kvæði, níggju uppgávur til Nótakoyrikort 1, heiðurbræv, svarark til uppgávur og eyka uppgávubløð.

Netbók er á Snar.fo/notakoyrikort. Alt tilfarið kann prentast til næmingarnar.


Lesiundirlag

Níggju lesiundirløg - eitt til hvørja roynd - í A3 stødd við mynd av keyboard og nótum. Síðurnar skulu laminerast.

Næmingarnir kunnu venja at spæla á avmyndaða keyboardinum á lesiundirlagnum.


Nótakortspæl

A4 ark við nótamyndum og nótanøvnum at laminera og klippa sundur til kort. Kann brúkast til minniskort, kortspøl o.s.fr.


Tekna nótar

Tvær síður, ein í F-lykil og ein í G-lykil til at prenta. Næmingarnir skulu tekna nótar, har navnið stendur undir.


Youtube:
Allir sangirnir síggjast á youtube. Leinkja er sett við allar sangirnar.

 

Koyrikortið miðjar ímóti, at næmingar í fólkaskúlanum læra at lesa nótar.

Næmingarnir skulu seta nøvn á nótar, tekna nótar, spæla á klaver/keyboard eftir nótum og syngja eftir nótum.

Nótakoyrikortið fevnir eisini um at taka stev og at kvøða.

Fyri at fáa nótakoyrikortið, skulu næmingar til eina ella fleiri av níggju royndum.

Tær níggju royndirnar eru uppbygdar á sama hátt, men innihaldið er ymiskt.

 

Frálæran kann skipast sum ein miðvís frálæra frá skúlabyrjan til næmingarnir taka nótakoyrikortinum í 3., 4. ella 5. flokki.

Lærarin kann eisini velja at hava nótakoyrikortið á skrá í nakrar mánaðir í 3., 4. ella 5. flokki.

Frálæran kann skipast sum ein gjøgnumgongd av bókini, ella næmingarnir kunnu fara beinleiðis til at loysa eina av uppgávunum til nótakoyrikortið.

 

Næmingarnir skulu hava atgongd til klaver ella keyboard.

Tað er ikki neyðugt, at eitt klaver/keyboard er til hvønn næming.

Flokkurin kann býtast í bólkar, sum arbeiða við hvør sínum parti av nótakoyrikortinum.

Nótakoyrikortið er væl egnað til felags frálæru, har talva/samvirkin talva verður brúkt.

 

Nótakoyrikort 1

 

Jens Mortan Mortensen

© 2018 Nám, Tórshavn

Nám, Tórshavn 2018

nam.fo

 

Nótakoyrikort 1 er partur av Nótakoyrikortinum, sum er í trimum pørtum. Hinir partarnir eru Nótakoyrikort 2 og Nótakoyrikort 3.