Skip to main content

Ársins vitanarfróðu 2026

16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Eins og undanfarin ár verður kappast um heiðurin “Ársins vitanarfróðu” og ein vinning á 3.000 kr. til vinnandi flokkin. Í ár verður sum nakað nýtt eisini vinningur latin læraranum, sum fær ferð og uppihald til luttøku á Lærfest á vári í 2027. 

Nakrar broytingar eru eisini í sjálvari kapppingini. Í ár verða tvær kappingar, ein fyri miðdeild og ein fyri hádeild, og umframt sjálva frágreiðingina, sum skal latast inn fyri páskir, verður eisini ein vitanardagur í Námi í aprílmánaði, har næmingarnir sleppa at vísa síni avrik. Meira er at lesa um Vitanarfróðu og kappingina á temasíðuni á Snar, har ymiskt tilfar eisini er tøkt. Tilfarið um Vitanarfróðu fevnir um arbeiðshátt, mannagongd, hugskot og frágreiðingar frá undanfarnum kappingum. Eisini ber til at fáa faldarar og plakatir við at støkka inn á gólvið í Námi.

Nám skipar fyri einum kveikingardegi fyri áhugaðar lærarar. Á hesum degnum, sum verður 8. januar, verður arbeitt við tilfarinum, og Pál Weihe, granskari, fer greiða frá, hvussu til ber at arbeiða við gransking. Nøkur pláss eru enn tøk. Melda til kveikingardagin her.

Onnur tíðindi

27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Les meira
24.03.2026

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Les meira
20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Les meira
11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira