Skip to main content

Holocaustdagurin 2026 við tematilfari

25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har vit minnast holocaust og onnur fólkadráp. Á hesum degi læra vit um og minnast myrkastu kapitlarnir í søguni og varpa ljós á týdningin at fyribyrgja hesum.

Á undirvísingarportalinum Snar er nýtt tematilfar um holocaust og onnur fólkadráp, sum Nám hevur gjørt til hádeild í fólkaskúlanum og miðnám. Tilfarið liggur alment frammi til lærarar og næmingar at brúka.

Seinastu fimm árini hevur Nám, umframt undirvísingartilfar um fólkadráp, eisini skipað fyri serligum skúlatiltaki á holocaustdegnum. Tiltakið varð fíggjað við serjáttan til endamálið.

Í ár er fíggjarstøðan broytt, og orsakað av áløgdum sparingum kann Nám ikki skipa fyri holocausttiltakinum. Vit vildu fegin bæði gjørt tematilfar og skipað fyri tiltaki í sambandi við holocaustdagin. Holocausttiltakið kostar á leið 100.000 krónur umframt arbeiðsorku, og støðan í ár er, at fígging bara er til sjálvt undirvísingartilfarið um holocaust og fólkadráp. 

Vit skulu læra um og av søguni, og tað er týdningarmikið, at vit hava undirvísing í skúlunum um fólkadráp. Við tematilfarinum hjá Námi á undirvísingarportalinum Snar ber framvegis til hjá skúlunum at skipa undirvísing um holocaust og onnur fólkadráp.

Onnur tíðindi

25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Les meira
11.12.2025

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira