Skip to main content

Lærarabøkur á Snar

29.08.2012

Fyrstu kapitlarnir til Kristni 8 og Kristni 5 eru nú tøkir á Snar

 

Fimti og áttandi flokkur hava fingið nýggjar næmingabøkur, og nú kunnu lærarar fáa enn størri nyttu úr bókunum við nýggjum lærararabókum, sum liggja á Snar.  

Lærarabókin til fimta er skipað soleiðis, at tað skal vera lætt hjá læraranum at leita fram júst tað, hann hevur brúk fyri. Viðmerkt er, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til.

Tá byrjað verður upp á ein kapittul, er ætlanin, at næmingar og lærari tosa um tað, sum tey fara at lesa og læra tær næstu vikurnar. Í lærarabókini eru hugskot til samrøðu í flokkinum. Øll tittulbløðini í næmingabókini eru á Snar og kunnu tískil vísast við sjónvørpu.

Til allar kapitlar verður víst til viðkomandi sálmar og sangir, og sangirnir standa aftast í lærarabókini. Lærarabókin gevur eisini læraranum hugskot til, hvussu undirvísingin kann gerast spennandi, viðkomandi og fjølbroytt.  

Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum. Fremst í lærarabókin eru frágreiðingar til faktaboksir og annað, sum eru í næmingabókini. Eisini eru ymiskir frymlar og onkur arbeiðsmannagongd at finna fremst í lærarabókini.

Umframt tríggjar teir fyrstu kapitlarnar í Lærarabókini er eisini ein grønlendsk søgn, "Havsins móðir," við. Hendan søgan verður seinni løgd á heimasíðuna hjá Kristni 8 á Snar. "Havsins móðir" er partur av uppgávu í fyrsta kapitli í Lærarabókini.    

Við fyrstu kapitlunum úr Lærarabókunum á Snar skuldi ligið væl fyri at farið í gongd við nýggju kristnibøkurnar. Lærarabókin  til Kristni 8 kemur út sum pappírsútgáva í heyst. Lærarabókin til Kristni 5 verður øll løgd út á Snar í heyst.

Onnur tíðindi

11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira
10.02.2026

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

Les meira
25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Les meira
11.12.2025

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Les meira