Snar í nýggjari útgávu

Snar savnar og skipar talgilt undirvísingartilfar til skúlaverkið. Broytingin umfatar nýggjan bygnað, har tilfarið verður skipað eftir námsætlanini.
Í nýggja bygnaðinum eru fýra málbólkar: Dagstovnar, fólkaskúli, miðnám og aðrar útbúgvingar. Mesta tilfarið er at finna til fólkaskúlan. Her er tilfarið skipað í lærugreinar og flokkar. Størsta broytingin er, at tilfarið harafturat er skipað í øki og førleikamálini í námsætlanunum. Við hesum kann lærarin skjótt finna rætta tilfarið til sín flokk og næmingalaga undirvísingina.
Enn er rúgvan av tilfari til dagstovnaøkið ikki savnað, og til miðnám og aðrar útbúgvingar er tilfarið avmarkað, men málið er, at tað við tíðini legst meira tilfar afturat til hesar málbólkar.
Endamálið við broytingini er, at tilfarið skal vera lætt atkomuligt og betri skipað. Vit vóna, at Snar verður eitt sterkt og haldgott amboð til læring hjá øllum føroyingum, bæði her heima og úti í heimi. Snar er altíð opin og kann altíð røkkast, har netsamband er.
Snar er fjølbroytt tilfar, ið stuðlar lærarum, næmingum, foreldrum og øðrum at røkka lærumál og menna førleikar. Enn er talgilt tilfar nýtt í skúlasøguni, og tí er ikki hópin av tilfari í øllum lærugreinum, á øllum floksstigum og til øll kjarnaøki í námsætlanunum. Tíverri eru enn øki, har einki tilfar er á føroyskum. Tað er stór avbjóðing, sum vit hava sett okkum fyri at røkka. Vit eru longu farin at savna og menna fjølbroytt nettilfar til øll lærugreinaøki. Vit vóna, at snar.fo við hesum verður ein góð tænasta, ið fremur læring og menning hjá øllum.
Greitt verður nærri frá nýggja bygnaðinum í videobrotum á snar.fo og nam.fo.





