Snar nýggja uppseting

Tað eru tær tríggjar forsíðurnar til lærarar, næmingar og foreldur og onnur, sum eru broyttar. Aðrar síður verða broyttar seinni.
Størsta broytingini er, at inngongdin í teir ymsu grunnarnar er flutt ovast á síðurnar og er harvið vorðin nógv sjónligari. Fleiri lesarar hava eftirlýst, hvar temasíður og annað er at finna á Snar, og vónandi er tað greiðari nú.
Í høgra borðið er ruddað eitt sindur, og nú verða bara vístar tær nýggjastu skrásetingarnar, meðan tað umhildna tilfari ikki verður víst longur. Tað ger eisini, at skiljibløðini eru burtur. Lýsingakassarnir eru fluttir út í vinstru síðu.
Ein sokallað Kvikk spurnakanning er eisini á hvørjari síðu. Í hesum spurnakanningum fer at verða spurt um ymiskt, sum hevur við skúla og undirvísing at gera. Fyrsti spurningur er, hvussu ofta lesarin brúkar Snar.
Niðast á síðunum er eitt síðuyvirlit, sum ger tað lættari hjá lesaranum at finna runt á Snar.
Vónandi taka lesararnir hjá Snar væl móti broyttu uppsetingini, og tit eru altíð vælkomin at senda góð ráð og viðmerkingar til snar@snar.fo.
Skrivað hevur Rói Joensen




