Skip to main content

Stjórnmálafrøði – hvat, hví og hvussu

26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og øðrum, ið tørva eina innleiðslu til evnið. Stjórnmálafrøði er lærugreinin um politiskt virksemi: um stýrisskipanir og politiskar tilgongdir, um politiskar hugsjónir og um vald at seta politisku kósina og stýra.

Bókin greiðir í stuttum frá høvuðsrákum í politiskari gransking. Kjarnuhugtøk verða lýst, og víst verður á ymiskar orsakir til politiskar trupulleikar. Politikarar, tíðindafólk o.o. brúka hesi hugtøk, og tey halda seg ofta til felags fatanarkarmar.

Grundvøllurin í einum fólkaræði er politiskt kjak, men viðhvørt kann tað vera ein avbjóðing at skilja og meta um dagsins fløktu politisku støðu. Henda innleiðslubók gevur eina fatan av málburði og ymiskum hugsanarháttum í politikki.

Onnur tíðindi

27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Les meira
24.03.2026

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Les meira
20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Les meira
11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira