Skip to main content

Fremmandamál

Telduspøl í undirvísingini – hvat sigur gransking?

08.06.2023

Ráðgevin í fremmandamálum, Jórun Vedelsbøl, skrivar um telduspøl í undirvísingini.

Taldgildir pallar eru í andgletti nógvastaðni og ljós verður varpað á ymiskt, vit missa við stóra vavinum av funktiónum í samfelagnum, ið eru vorðnar talgildar. Marie Høgh, prestur sigur eitt nú í Debatten DR2, at hon er stúrin fyri, at bólkar í samfelagnum verða útihýstir, um ikki tey kunnu brúka talgildar pallar. Stefan Hermann, rektari á Kbh.´s Professionshøjskole, peikar á týdningin av, at kenna tøknina, fyri at hava fortreytir til at fyrihalda okkum kritiskt til hana. Sum er, brúka vit uttan nøktanadi hegni. Í hesum kontekstinum eru vit í ein ávísan mun talgildir analfabetar. Men hvussu er í skúla høpi – kunnu eitt nú telduspøl gagnnýtast? Tríggir ymiskir granskarar, hava granskað í spølum og læring og vísir hendan, at yvirskipaða didaktiska yvirlit lærarans er avgerðandi fyri gagnvirðið, tá spøl verða nýtt í undirvísingini; at tørvur er á at viðurkenna spøl sum margháttaðan tekst og at miðlar mála ræðumynd, ið ikki umboðar allan veruleikan

Andreas Lieberoth, Ph.d., cand.mag.; Dís Ísfold Sigurðsdóttir, Ph.d. og Thorkild Hanhøj, Ph.d., cand.mag. vísa í Folkeskolen Forskning úrslit av gransking teirra í mun til fyrimunir og vansar, tá spøl verða nýtt í undirvísingini.

Í blaðsamrøðu við Andreas Lieberoth, ið var leiðari á granskingarverkætlanini, Sæt skolen I spil, staðfestir hann, at sambært gransking stimbra spøl motivatiónini hjá næmingum. Serliga eru tað næmingar, ið stríðast fakliga, ið í størsta mun uppliva økta motivation.

Her påviste forskerne, at undervisning, som tager udgangspunkt i computerspil og spilleelementer, øger socialt og fagligt udfordrede elevers motivation for at deltage i undervisningen. Lærerne oplevede samtidig, at den generelle trivsel i klassen forbedredes.

I modsætning til en novelle er spil jo interaktive og dynamiske. Det er en flydende organisme, hvor der ikke nødvendigvis er en fast plan. Tror du ikke, det kan skræmme mange lærere?

Lieberoth vísir á, at tað ikki ber til frammanundan at staðfesta, hvat fer at henda í einum spæli, og er tað, sambært honum, júst henda fyritreytin, sum er við til at skapa fortreytir fyri tí gevandi, ið kann fáast burtur úr at spæla. Hann leggur dent á, at tað, sum fæst burturúr, er treytað av, at lærarin hevur dirvi til at sleppa teymunum og fara á kanningarferð saman við næmingunum inn í spølini. Lieberoth sýnir fakligu tilgongdini hjá lærarum álitsváttan, við at staðfesta,at didaktiska yvirlit teirra er neyðug fortreyt, um spølini skulu geva rætta gagnnýtslu í undirvísingini.

..læreren vil altid have et didaktisk overblik, som selv den bedste spildesigner aldrig ville kunne få indsigt i.

Í Ph.d. ritgerð síni vísir Lieberoth á, hvussu tað at, næmingarnir verða tiknir úr vanliga kontekstinum og gera okkurt, ið er øðrvísi, er við til at skapa ein minnisknabba til nýggja vitan. Hann vísir á dømi, har borðspælið Pandemic verður nýtt til at skilja, hvussu spanska sjúkan spjaddist. Næmingarnir fáa ávísan kontekst, ið ger tað lættari at minnast tað, ið teir hava lært.

Sambært Lieberoth er ein avbjóðing við siðbundnari undirvísing, at tað gongur so long tíð frá at næmingurin hevur lisið uppá heima, til afturljóðið kemur í skúlahøpi, at ofta er tað gloymt, hvat ein las. Spøl geva afturljóð alt fyri eitt og geva aðrar møguleikar fyri at læra av villum sínum.

”Hvat skal eg brúka hetta til?” er ein setningur, ið nógvir lærarar óivað kenna aftur. Konteksturin, har næmingurin hevur vitanina fyri neyðini, gerst ikki altíð sjónligur alt fyri eitt. Í spølunum er mann saman um at látast sum um, har vitanin hjá næmingunum verður brúkt, tí støðan í spælinum krevur samstarv við tað, ið er lært, so spælið kann gerast liðugt og haldast kann áfram til næsta stig. Sambært Lieberoth eru spøl uppbygd soleiðis, at tað er ”Learning by doing”, sum útbúgvingargranskarin John Dewey grundgav fyri. Liberoth endar blaðsamrøðuna soleiðis:

Spillet kan drive elevernes kompetencer hen imod en nytteværdig, som ligger umiddelbart foran dem frem for at ligge langt ude i en voksen fremtid.

----

Sambært Thorkild Hanhøj, Ph.d., cand. mag., spælir ein 13 ára gamal danskur drongur telduspøl í miðal 2 tímar um dagin. Telduídnaðurin er mundandi størri enn undirhaldsídnaðurin tilsamans. Samskiftið í online (netborna) ídnaðum hava foreldur og lærarar lítið og einki innlit í. Sambært Hanhøj átti lærugreinin danskt at viðurkent hendan partin, ið fyllir so nógv í tilveruni hjá børnumog ungum, við at viðurkent telduspøl sum eitt slag av teksti við egnum fakmáli.

Computerspil er en multimodal teksttype. Den er interaktiv, fordi man selv former udfaldet, mens man spiller. På den måde er det en anderledes teksttype, end hvad man ellers beskæftiger sig med i dansk, hvor man ved, hvad filmen eller bogen slutter med.

…det er dybt meningsfuldt for eleverne, når man tager spilgenrer alvorlig nok til at snakke om cut scenes, isometrisk perspektiv og andre begreber, der er særlige for computerspil. At give børn et fagsprog for noget, de går meget op i, gør, at danskfaget bliver vedkommende for dem på en anden måde. Men det er ikke en genre man kan afkode på afstand. Man er nødt till at gå ind i spillet og påvirke teksten aktivt, og det har danskfaget ikke for nuværende et godt sprog for.

----

Ritgerðin hjá Sigurðsdóttir hevur heitið: Concern, creativity and compliance – The Phenomenon of digital game-based learning in Norwegian education.

Hóast DGBL (Digital Game-Based Learning) ikki hevur havt drúgva tíð á baki, sæð í størri konteksti, so tykjast nøkur av kjakunum, ið sambært Sigurðsdóttir vóru at byrja, við, longu at vera kólnað.  Av granskarum innan økið verður eitt nú sera sjáldan sett spurnartekin við, um nakað verður lært við at brúka telduspøl.

Miðlaperspektivið í granskingini hjá Sigurðsdóttir visir tvær ymiskar tilgongdir umboðaðar – eina jaliga og eina neiliga. Tann neiliga sær spøl sum eina hóttan, sum nakað, ið einum nýtist at óttast, sum skapar eina skaðiliga fatan av veruleikanum og sum kann elva til, at børn/ung gerast bundin.

 Læraraperspektivið bar boð um ein lærarahóp, ið var samdur um, at lærarar eiga leiklut, í mun til hvussu næmingar brúka DGBL.

De observerede visioner utrykte en fælles tro på, at lærere vil orkestrere eller styre de måder, hvorpå eleverne vil bruge digitale spil i læring, de kontekster, det vil finde sted i, og formålene.

At so nógvar funktiónir í samfelagshøpi, eru vorðnar talgildar, hevur betrað um effektivisering, viðgerðarmøguleikar og síðst men ikki minst opnað dyr til hópin av góðum tilfari, ið kann gagnnýtast í undirvísingarhøpi. Fyri at fáa optimalan ágóða av tilfeinginum, ið er til taks, hugsi eg, at Stefan Hermann, rektari á Kbh.´s Professionshøjskole, hevur fatur á langa endanum, tá hann leggur dent á týdningin av, at vit ogna okkum vitan og førleikar, so vit hava fortreytir at fyrihalda okkum – kritiskt. Teldan og tann talgildi heimurin, hon kann lata dyr upp til, eiga at hugsast sum eitt amboð, ið vit taka fram í uv-høpi og gagnnýta, tá vit hava eina greiða ætlan við henni. Talgildisbúgving er partur av støðisnámsætlanini, ið kemur í gildi til komandi skúlaár og eiga vit sum lærarar at átaka okkum ábyrgd fyri, at hetta økið verður integreraður partur í undirvísingini.

www.folkeskolen.dk/files/archive/_/3/2/fs1617folkeskolenforskningfinal.pdf