Skip to main content

Tabellsangir

Joan Hovgaard hevur lagt lag til tær lítlu tabellirnar. Í samstarvi við sínar næmingar í Sørvágs skúla hevur hon innspælt og sungið løgini til barnaútvarpið. Nú eru sangirnir eisini tøkir at taka niður á Snar.

Sangirnir eru ætlaðir 1. til 3. flokki, men yngri børn kunnu eisini vera við. Teirra talfatan er kanska ikki so breið ella djúp, og tey skilja neyvan multiplikatión, men eru harafurímóti skjót at koma eftir bæði rími og ramsum.

Sangirnir kunnu spælast beinleiðis við at trýsta á leinkjurnar.