Færoæ & Færoa Reserata sum sBók
Færoæ & Færoa Reserata eftir Lucas Debes kom út í 1673. Bókin vakti ans og var longu í 1675 útgivin í enskari týðing, partar vóru eisini týddir til íslendskt, og í 1757 kom bókin út í týskari týðing.
Lucas Debes (1623-1675) var danskur prestur, ið flutti til Føroya beint eftir, at hann hevði lokið prógv í gudfrøði. Hann byrjaði sum kapelanur, endaði sum próstur og stóð eisini fyri latínskúlanum í Havn. Lucas Debes doyði og varð jarðaður í Føroyum.
Hendan sBókin er ætlað til miðnám. Hvør kapitul leggur út við einum yvirliti og einum kveika, og føroyskar millumyvirskriftir eru settar inn í teir kapitlar, har ongar millumyvirskriftir vóru. Alt hetta skuldi gjørt gamla tekstin hjá Lucasi Debes meira atkomiligan hjá dagsins lesara. Harumframt eru verkevni til allar kapitlar. Verkevnini peika inn í tekstin hjá Lucasi Debes og út til nýggjari og eldri tekstir, fleiri verkevni hava umframt skrivaðan tekst eisini myndir, video og ljóðbrot. Ætlanin er at hesi verkevni skulu gerast alsamt meira fleir- og tvørfaklig.
Lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava ritstjórnað hesa útgávu av Færoæ & Færoa Reserata, í samband við, at 350 ár eru liðin, síðan bókin kom út á fyrsta sinni.
Teksturin hjá Lucasi Debes er tann sami sum í útgávuni hjá Einar Joensen frá 1950.
Í ritstjórnini sótu Dorit Hansen, Óluva Klettskarð og Jákup Bernhard Brim Joensen.
Aðrir lærarar, sum hava hjálpt til við at gera uppgávur eru: Christina Jensen, Høgni Holm, Jákupbjørg Lambaa, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Meinhard Bjartalíð, Joan Mohr, Joan Gardar, Hjalti Hermanson Dalheim, Jóannes Djurhuus og Óli Høgnesen.